Nýbygging
Týsmorgunin kom Tjaldrið á Vestmanna við trolbátinum, Dúgvubergi, sum smápartafelagið, Dúgvuberg í Vestmanna, eigur. Teir høvdu fingið maskinskaða, og nú teir noyddust at bróta túrin av, høvdu teir einar 100 kassar inni, sum er góð 10.000 pund.
Tað er sama felag í Vestmanna, sum eigur Dúgvuberg, ið eigur annan nýbygningin, sum nú stendur á Tórshavnar Skipasmiðju og ætlandi verður liðugur flaggdagin, 25. apríl komandi ár.
Smápartafelagið í Vestmanna keypti Dúgvuberg úr Klaksvík í fyrraári. Báturin, sum er bygdur í 1941, er úr timbri, og maskinan er frá fyrst í áttatiárunum.
Dúgvuberg hevur trolloyvi á landleiðini um sumrarnar, men roynir annars uttanfyri hin partin av árinum.
Góðir bátar
Dánjal Jacobsen, reiðari, heldur, at nýggju skrokkarnir, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur latið byggja í Pólandi, eru snøggir á at líta.
- Tað var soleiðis, at vit komu ikki beinanvegin uppí hesa ætlan. Skrokkarnir vóru faktist liðugt teknaðir, áðrenn vit komu inn í myndina.
Hann sigur, at við at byggja tveir skrokkar samstundis, kundu bátarnir helst byggjast nakað bíligari.
- Tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum eigur útkastið, og eg haldi, at teir eru komnir væl frá hesum arbeiði.
Dánjal heldur, at Hans Andrias Poulsen á Toftum, sum byggir eina nýggja Hansu Mariu, hevur verið meira við í ætlanini, enn hann sjálvur hevur verið.
- Nú slíkir bátar eru bygdir í Íslandi, hevur Tórshavnar Skipasmiðja helst viljað verið við í útboðnum, og hetta hevur so verið teirra boð uppá hesa bátastøddina, sum gongur undir reglurnar til landleiðina.
Dánjal vísir á, at nýggju skrokkarnir líkjast teimum størru skipunum í útsjónd, og hann heldur, at teir mest eru líkir ísfiskatrolaranum, Dalenni, sum í sínari tíð varð bygdur til Strendur.
- Nýggju skrokkarnir hava tveir trolbanar, sum ganga fram undir stýrhúsið.
Spurdur, um monnum dámar betur at hava trolbanar enn troltrumlu til trolið, sigur hann:
- Nei, tað dugi eg ikki at siga. Tað eru ymiskt, sum monnum dámar. Nøkrum dáma betur, at trolið verður hálað inn á dekkið; øðrum dámar líka væl, at trolið verður hálað uppá eina troltrumlu.
Hann heldur tó, at fyrimunirnir við trolbanum er, at tú sleppur betur fram at trolinum, um okkurt er at gera.
Verður tungt
Á Tórshavnar Skipasmiðju hava tey upplýst, at nýggju trolbátarnir fara at kosta einar 9-10 miljónir krónur, tá ið teir eru klárir at fara til fiskiskap. Hetta er nakrar miljónir meira enn trolbátarnir, sum íslendingar eitt nú hava bygt til Leirvíkar, kosta.
Spurdur, hvørjar vónir hann hevur um raksturin, sigur Dánjal:
- Fer tað at ganga væl, fáa vit raksturin at hanga saman, men gongur tað ikki væl, kann tað gerast trupult, sigur hann.
Dánjal sigur, at teir í fyrstani hugsaðu um at taka maskinuna úr Dúgvubergi og seta hana í nýggja bátin, men hesar ætlaninar eru nú sleptar.
- Maskinan í nýggja bátinum verður ein Caterpillar 496 hk., og eg havi skilt, at maskinan í nýggju Hansu Mariu verður av slagnum, Scania.
Dánjal Jacobsen sigur, at 4-5 mans eru við gamla Dúgvubergi, sum verður lagdur, tá ið nýggi báturin kemur í flotan ? og 5 mans verða knýttir at nýggja bátinum.