Verður trupult at fáa roknistykkið at ganga upp

Landsstýrið hevur samtykt at byggja nýtt skip til sigling til Suðuroyar. Strandferðslan arbeiðir í løtuni víðari við málinum. Bjarni Djurholm, landstýrismaður, skal royna at fáa løgtingið at samtykkja eitt skip, sum kostar 305 milliónir, ístaðin fyri 240 milliónir. Eitt skip, sum pláss ikki er fyri við verandi íløgulofti og sum tí er ein trupulleiki av politiskum slag

 

- Tingið skal samtykkja at byggja, eg hevði nær sagt, eitt annað skip, sigur Bjarni Djurholm, tá fregnast verður eftir, hvar málið um nýtt suðuroyarskip flýtur og hvussu hetta hongur samn við samlaðu íløgunum og raðfestingunum.

 

Hann sipar til, at hann sjálvur átti uppskot um skip fyri 240 milliónir, men at samtykta ætlan landsstýrisins ljóðar uppá 305 milliónir.

 

 

 

Kunning

 

-Landsstýrið hevur samtykt ætlanina og í løtuni fer budgetering fram og arbeiðið verður væntandi boðið út í næstum. Almenn kunng verður um ætlanina, t.d. í Suðuroynni, eins og kunning verður fyri løgtingslimum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.

 

- Skipið er størri og dýrari, enn eg skeyt upp. Talan er um 305 milliónir ístaðin fyri 240 milliónir. Men peningurin, ið er avsettur í inniverandi árið, verður ikki brúktur, men stendur. Vit hava so eisini 100 milliónir árliga tey 3 komandi árini, sigur Bjarni Djurholm, ið væntar, at kjølurin verður strekur innan alt ov langa tíð.

 

 

 

Løgtingið skal góðtaka

 

Men Bjarni Djurholm er greiðir yvir, at løgtingið skal samtykkja eina størri ætlan, enn hann hevði ætlað at byrja við.

 

- Har umframt má so eisini okkurt gerast viðvíkjandi samferðsluhavn. Hetta eru einar 75 milliónir krónur. Samanlagt snýr tað seg um 380 milliónir, sum eg skal hava tilsøgn til úr løgtinginum, sigur Bjarni Djurholm.

 

- Tingið skal samtykkja at byggja, eg hevði nær sagt, eitt annað skip, sigur Bjarni Djurholm.

 

 

 

Trupult roknistykki

 

Tað hevur verið frammi, at trupult verður at fáa øll ynski og ætlanir at hóska, tí eitt íløguloft er.

 

- Trupulleikin hjá okkum er, at vit hava eitt íløguloft. Vinnumálastýrið hevur umleið helvtina av teimum arbeiðum, sum skulu í gongd, at ráða yvir. Tað eru vegir og annað. Vit hava ikki meira, enn vit hava havt, at ráða yvir, sigur Bjarni Djurholm og leggur afturat, at hann kann bert nýta peningin einaferð, ikki tvær ferðir!

 

- Tað verður trupult at fáa roknistykki at ganga upp, sigur Bjari Djurholm.

 

 

 

Politiskur trupulleiki

 

Bjarni Djurholm vísir á, at hann ger tað, ið hann skal gera, men at støðan er trupul, er eingin ivi um, tí raðfestingar, ætlanir og íløguloft tykjast ikki at sampakka.

 

- Tað er ikki pláss í verandi karmi. Hetta er ein serstøk íløga, og skal málið loysast, so skal støða takast politiskt, sigur Bjarni Djurholm, ið minnir á, at suðuroyarskipið er ikki nøkur jolla, men eitt skip, ið er bæði longri og breiðari enn Norrøna.