Verður trongt týsdagin

Talan verður uttan iva um eina kókandi høll, tá føroyska mansliðið týsdagin skal spæla móti Álandi. Áskoðaraumstøðurnar í høllini eru ikki av teimum bestu, og flogbóltur er á oyggjaleikum ein tann ítróttagreinin, sum dregur flest føroyskar áskoðarar við sær. Álendingar sjálvi plaga heldur ikki at smæðast burtur, so ivaleyst ræður um at vera í góðari tíð hjá teimum, sum vilja síggja tann dystin.