Verður torførur at koppa

Hóast tað er eingin loyna, at meginparturin av tinglimunum hjá Labour flokkinum ynskja Jeremy Corbyn, floksleiðaran, har sum piparið grør eftir at hava samtykt eitt misálit á hann, so er tað nógv, ið bendir á, at veljararnir hjá Labour flokkinum stuðlar umstrídda leiðaranum.


Ein nýggj veljarakanning hjá bretska stovninum YouGov vísir nevniliga, at Jeremy Corbyn hevur størri undirtøku millum veljararnar hjá Labour flokkinum enn hansara mótstøðufólk hava tilsamans.


Veljarakanningin, ið YouGov hevur gjørt fyri the Times, vísir at 55 prosent av veljarunum meta, at hann ger eitt gott arbeiði, meðan 41 prosent meta, at hann ger eitt vánaligt arbeiði. Fyri tveimum vikum síðan vóru tilsvarandi tølini 51 prosent og 48 prosent.


Spurd um hvussu tey fóru at velja, um formansval var í dag, svaraðu 44 prosent, at tey heilt vist høvdu sett krossin við núverandi formannin, meðan 13 prosent svaraðu, at tað helst høvdu stemmað upp á hann. 40 prosent søgdu, at tey høvdu valt onkran annan.


Fyrr í dag boðaði Angela Eagle frá, at hon kortini ikki stillar upp til formansvalið, men stuðlar heldur Owen Smith. Veljarakanningin hjá YouGov vísti annars, at veljarar heldur vildu hava Angela Eagle enn Owen Smith.  21 prosent av teimum spurdu svaraðu nevniliga, at tey høvdu valt Angela Eagle, meðan 15 prosent høvdu valt Owen Smith. Tilsamans er tað 36 prosent, ið kortini ikki hevði verið nóg mikið til at koppað Jeremy Corbyn.


1.019 limir í Labour luttóku í kanningini.