Verður torført at støðga Hillary Clinton

Eitt siðiligt, men keðiligt kjak. Neyvan var hetta nokk hjá Donald Trump.

Donald Trump hevði einki at tapa var metingin hjá flestu valserfrøðingum undan kjakinum í nátt. Munurin millum valevnini bæði er øktur støðugt seinasta mánaðin, síðani fyrsta kjakið teirra millum. Seinastu veljarakanningarnar vísa, at Hillary Clinton liggur 6,5 prosentstig framman fyri Donald Trump.

 

Hetta var møguleikin hjá Donald Trump og onkur helt, at kjakið kundi valla passa Donald Trump betri. Orðstýrarin var tíðindamaður hjá Fox News, ein sera konservativur tíðindamiðil, meðan evnini, sum kjakast skuldu um, í stóran mun vóru slík, sum Donald Trump hevur lyndi til at vinna atkvøður á, so sum tilflytan.

 

Flestu væntaðu, at Donald Trump tí fór at loypa á Hillary Clinton so skjótt gjørligt. Okkurt bendi á, at kjakið fór at vera líka illviljað sum seinasta kjakið teirra millum. Valevnini tóku ikki í hondina á hvørjum øðrum áðrenn kjakið, men burtsæð frá hesum, hildu tey í stóran mun ein góðan tóna í kjakinum. Kjakið var siðiligt og valevnini hildu seg til spurningarnar, sum vórðu settir.

 

Longu frá byrjan var ideologiski munurin millum valevnini gjørdur greiður. Fyrsti spurningurin var um hvørja leið, valevnini ynskja at beina Hægstarætt, um tey vinna valið. Sagt var, at komandi forsetin væntandi fer at útnevna tveir, kanska tríggjar dómarar til Hægstarætt í næsta valskeiði og á hendan hátt fer at mynda amerikanska samfelagið komandi 25 árini ella so.

 

Hillary Clinton, sum slapp at svara fyrst, tók beinanvegin høvi at lýsa seg sjálva sum ein, ið stendur hjá teimum veiku í stríðnum móti teimum sterku. Hon nýtti eisini høvi at vísa á, at hjúnabandslógin og fosturtøkulógin í USA skulu ikki broytast aftur.

 

Donald Trump helt seg til tað konservativu linjuna og nýtti mest tíð upp á at tosa um sonevnda annað grundlógarískoytið, sum gevur amerikanarum rættin at bera vápn.

 

Tá kjakið flutti til tilflyting segði Donald Trump, at Hillary Clinton fór at oyðileggja landið.

- Uttan landamørk hava vit einki land. Vit mugu verja okkara land móti tí lógloysi og teimum rúsevnum, sum floyma inn í landið úr Meksiko, segði Donald Trump.

 

- Vit eru ein tjóð av tilflytarum, segði Hillary Clinton. Hon vísti á, at sjálvandi skulu lógbrótarar vísast av landinum, men heldur enn at nýta orku tjóðarinnar á hetta, vil hon hjálpa øðrum tilflytarum at gerast ein partur av tjóðini.

 

Hilary Clinton nýtti fyrsta høvi at snara kjakinum burtur frá at handla um tilflyting, tá orðstýrarin valdi at endurgeva úr Wikileaks. Hillary Clinton fekk tá kjakið at snúgva seg um russiska njósning og Vladimir Putin og Donald Trump megnaði ikki at føra kjakið inn aftur á tilflyting, eitt evni, har mett verður, at hann veruliga hevur ein møguleika at vinna veljarar frá Hillary Clinton.

- Wikileaks er úrslitið av russiskari njósning, sum síðani er lagt út á internetið. Hetta kemur úr hægsta stigið, frá Putin sjálvum, sum heilt greitt stuðlar Donald Trump í valinum, segði Hillary Clinton.

 

- Sjálvandi fordømi eg alla útlendska uppíblanding í forsetavalið, tað verið seg úr Russlandi ella aðrastaðni, segði Donald Trump.

 

Sjáldan gjørdist álopini persónlig, sum tey gjørdust í øðrum kjakinum teirra millum. Løgnasta løtan var kanska, tá Donald Trump ákærdi Barack Obama og Hillary Clinton fyri at hava ábyrgd fyri harðskapinum, sum uppstóð á valfundunum hjá Donald Trump fyrr í ár.

- Tey hava rindað fólki fyri at fara til mínar valfundir og elva til ruðuleika eins og tey hava rindað kvinnum fyri at standa fram og spreiða hesar lygisøgurnar um kynsligan ágang, segði Donald Trump.

 

Hillary Clinton risti við høvdinum og svaraði als ikki ákærunum um harðskap.

 

Ilt er at siga, um kjakið í kvøld hevur flutt nakrar atkvøður. Undir øllum umstøðum er torført at síggja, at kjakið í dag hevur verið startskotið undir einum comeback hjá Donald Trump, nú 19 dagar eru eftir til valið.