Verður tað ÍF ella SÍ

Talan verður um spennandi oddabrak, tá ÍF leygardagin tekur móti SÍ. Vinnarin verður eftir dystin kosin Føroyameistari í flogbólti anno 2008

Bert tveir dystir verða spældir í flogbólti um vikuskiftið, og eru báðir í Meistaradeildini hjá kvinnum. Oddabrakið verður, sum sagt á Kambsdali, og á Tvøroyri skulu TB royna at enda kappingarárið við stoltleika, tá tær taka móti Mjølnirskvinnum.

Tað fer ikki at broyta um endaligu støðuna, líkimikið hvør vinnarin á Tvøroyri verður, men tað fer altíð at vera hugaligari at enda kappingarárið við einum sigri. Hetta er óivað tað einasta, ið kann motivera leikararnar á ársins seinasta dysti.


Avgerðin fellur á Kambsdali

Eins og í fjør, tá ÍF vann meistaraheitið í ársins síðsta dysti, verður ein sokallað finala á síðsta kappingardegnum í flogbólti í ár.

SÍ, sum í løtuni eru frammanfyri ÍF við einum stigi á stigatalvuni, hava sera góðan hug at vinna sær meistaraheitið í ár. Við tí skal tað sjálvandi ikki skiljast sum, at ÍF ikki ynskja at vinna. Men SÍ tapti steypafinaluna so skammuliga, og tær eru sera uppsettar í at gera skaðan góðan, við at fara sigrandi av Kambsdali aftur.


Hóparnir fullmannaðir

Bæði hjá ÍF og hjá SÍ verður talan um fullmannaðar hópar, ið fara at dystast um gullið. Einasta lítla ivamálið er á SÍ, har Heidi Christiansen hevur drigist við smásnuddir í knænum. Men hon er tøk til dystin, og skuldi nøkur pína komið undir dystinum verður hon ivaleyst før fyri at bíta pínuna í seg og kempa saman við liðfeløgum sínum.


Hjá monnunum er kappingin longu liðug, og har gjørdist SÍ tann stóri vinnarin. SÍ vann eisini steypakappingina, og greipuvinnararnar hava við gleði og gleim fegnast í sigursrómi í eina viku.

Silvurkrúnurnar endaðu í Fuglafirði, og tað var avgjørt, tá Mjølnir vóru á vitjan á Kambsdali fyrrakvøldið. ÍF vann dystin og harvið silvur, meðan skerda Mjølnir liðið mátti taka til takkar við bronsumerkjunum.