Eingin ivi er um, at italska landsliðið, sum kom til Føroya í gjár, er fult av stjørnum. Fleiri av leikarunum, sum manna italska liðið, vóru við til at vinna HM-gull seinasta summar, og flestu av leikarunum hava eisini nógvar royndir úr heimligu kappingini, úr evropeiskum kappingum og frá landsliðnum.
Hyggja vit eftir, hvørjir leikarar hava leikt flestar landsdystir fyri Italia ígjøgnum tíðirnar, so finna vit tveir av leikarunum, sum enn eru aktivir. Talan er um teir báðar verjuleikararnar, Fabio Cannavaro og Alessandro Nesta. Nesta hevur tó givið avboð til Føroya-ferðina.
Cannavaro hevur leikt heili 106 landsdystir, og hann var liðskipari á italska landsliðnum, sum vann heimsmeistaraheitið. Cannavaro spældi eisini so væl fyri bæði sítt táverandi felag, Juventus, og fyri Italia, at hann bleiv valdur til heimsins besta fótbótlsleikara anno 2006.
Alessandro Nesta er at finna á einum 10. plássi á listanum yvir flestar landsdystir fyri Italia. Eisini hann var við til at vinna HM-gull síðsta summar, men hann var tó skaddar næstan alt endaspælið. Fyri góðum tveimum vikum síðani var hann eisini við til at vinna Champions League-kappingina við felag sínum AC Milan.
Flestar landsdystir fyri Italia
Navn Dystir Mál Fyrsti dystur Síðsti dystur
1 Paolo Maldini 126 7 31-03-1988 18-06-2002
2 Dino Zoff 112 0 20-04-1968 29-05-1983
3 Fabio Cannavaro 106 1 22-01-1997 28-03-2007
4 Giacinto Facchetti 94 3 27-03-1963 16-11-1977
5 Franco Baresi 81 1 04-12-1982 07-09-1994
6 Giuseppe Bergomi 81 6 14-04-1982 03-07-1998
7 Alessandro Del Piero 81 27 25-03-1995 28-03-2007
8 Marco Tardelli 81 6 07-04-1976 25-09-1985
9 Demetrio Albertini 79 2 21-12-1991 27-03-2002
10 Alessandro Nesta 78 0 05-10-1996 11-10-2006
Flest mál fyri Italia
Navn Dystir Mál Mál pr. dyst
1 Luigi Riva 42 35 0.83
2 Giuseppe Meazza 53 33 0.62
3 Silvio Piola 34 30 0.88
4 Roberto Baggio 56 27 0.48
5 Alessandro Del Piero 81 27 0.34
6 Alessandro Altobelli 61 25 0.41
7 Adolfo Baloncieri 47 25 0.53
8 Francesco Graziani 64 23 0.36
9 Filippo Inzaghi 53 23 0.43
10 Christian Vieri 49 23 0.47