Verður nú partur av stórari ES-verkætlan

Bjarti Thomsen, fiskifrøðingur, ið starvast sum granskari innan veiðitøkni, heldur, at eitt av endamálunum við føroyskari gransking má vera at sleppa upp í part í altjóða høpi og á henda hátt fáa atgongd til vitan, útgerð og fígging, sum annars ikki er atkomilig

Gransking

Granskingarkjarnin innan veiðitøkni, sum Fiskimálaráðið setti á stovn, verður nú partur av eini stórari ES-verkætlan, sum byrjar fyrst í komandi ári.
Tað veit Bjarti Thomsen, fiskifrøðingur og granskari innan veiðitøkni, at siga.

Havbotnurin
- Í einum av sínum granskingarætlanum setti ES 15 miljónir krónur av til at menna fiskireiðskap, soleiðis at minkast kann um ávirkanina á havbotnin og tað, sum har livir.
Bjarti veit at siga, at granskarar úr fleiri londum í Evropu skulu tey næstu stívliga trý árini arbeiða saman um at menna tílíkan reiðskap og fiskitøkni.
- Ætlanin er í fyrsta lagi at menna tóv-reiðskap, eitt nú vanligu botntrolini, bumm-trol og skeljadregg.
Granskarin vísir á, at føroyska luttøkan kemur at snúgva seg um botntrol, har ætlanin í størstan mun er at arbeiða við nýggjum trolgrunnum  og at fáa trollemmarnar upp frá botni.
- Fiskirannsóknarstovan gjørdi í fleiri ár royndir við einum "rullandi" trolgrunni eftir hugskoti frá Líggjasi Hansen, sála, og hetta arbeiði verður eisini við í nýggju ES-verkætlanini.

Samstarv
Bjarti Thomsen sigur, at føroyingar ikki uttan víðari kunnu verða partur av og fáa fígging í samband við eina ES-verkætlan.
- Fyri at loysa henda trupulleika samstarvar Fiskirannsóknarstovan í hesi verkætlan við danskar granskarar.
Hann sigur, at av teimum 15 miljónum krónunum, sum ES hevur sett av, fær danski hópurin 1,3 miljónur krónur, harav føroyingar fáa 305.000 krónur í sín part.
Bjarti Thomsen sigur, at verkætlanin hevur fingið heitið, "DEGREE", sum er ein stytting fyri "Development of fishing Gears with Reduced Effects on the Enviroment.

Atgongdin
- Verkætlanin byrjar fyrst í komandi ári, og granskarin heldur avgjørt, at eitt av endamálunum við føroyskari gransking má vera at sleppa upp í part í altjóða høpi og á henda hátt fáa atgongd til vitan, útgerð og fígging, sum annars ikki er atkomilig.