sum er skuldsett fyri at hava givið bretsku løgregluni skeivar upplýsingar í sambandi við gentumorðini í býnum Soham herfyri, fer nú at biðja um at sleppa úr varðhaldinum.
Verji hennara, Roy James, sigur við løgfrøðiliga tíðarritið The Law Gazette, at hann fyrireikar seg til at biðja rættin lata Maxine Carr leysa ímóti einum ávísum gjaldi.
Ian Huntley, sum er skuldsettur fyri at hava myrt tær báðar tíggju ára gomlu Jessicu Chapman og Holly Wells, er farin í hungursverkfalli. Sambært løgregluni hevur hann einki etið seinastu níggju dagarnar.