Verður ikki við í endaspæli fyri aðru ferð á rað

Ein av størstu fótbóltsstjørnunum hjá Týsklandi er heilt óvanliga óheppin við sínum skaðum.

EM-endaspælið í Fraklandi stendur fyri framman. Í dag hava nógv lond kunngjørt hópar sínar til komandi kappingina, ið er tann fyrsta av sínum slagi, har heili 24 lond sleppa at luttaka.

 

Eitt av favorittlondunum í kappingini er Týskland, ið sum kunnugt vann HM fyri tveimum árum síðani. Týski hópurin er blivin kunngjørdur í dag, men júst sum í 2014 er ein stór, týsk stjørna, sum ikki sleppur at taka lut í endaspælinum.

 

Undan HM 2014 mátti Dortmund-leikarin, Marco Reus, melda avboð til endaspælið orsakað av skaða, og vanlukkutíð fyri álopssinnaða miðvallaran, so sleppur hann eiheldur at luttaka í komandi EM-endaspælinum. Enn einaferð er tað ein skaði, ið spillir honum spælið.

 

- Reus klárar einans at renna beint nú. Hann klárar ikki at gera meir til venjing, og læknamanningin hjá okkum ivaðist í, um hann megnar at blíva klárur til kappingina, segði Joachim Löw, týskur landsliðsvenjari, við ESPN fyrr í dag.

 

EM-endaspælið byrjar fríggjadagin 10. juni, tá ið vertirnir úr Fraklandi taka ímóti Rumenia. 

 

Týskland er í bólki C við Ukraina, Póllandi og Norðurírlandi. Týski hópurin sæst niðanfyri.

 

Málverjar:

 

Manuel Neuer, Bayern München

Marc-Andre ter Stegen, Barcelona

Bernd Leno, Bayer Leverkusen

 

Verjuleikarar:

Shkodran Mustafi, Valencia

Jonas Hector, FC Köln

Benedikt Höwedes, Schalke 04

Mats Hummels, Dortmund

Emre Can, Liverpool

Antonio Rüdiger, Roma

Jerome Boateng, Bayern München

 

Miðvallarar:

Sami Khedira, Juventus

Bastian Schweinsteiger, Manchester United 

Mesut Özil, Arsenal

Andre Schürrle, Wolfsburg

Lukas Podolski, Galatasaray

Julian Draxler, Wolfsburg

Toni Kroos, Real Madrid

Mario Götze, Bayern München

Leroy Sane, Schalke 04

Julian Weigl, Dortmund

Joshua Kimmich, Bayern München

 

Framherjar:

Mario Gomez, Besiktas

Thomas Müller, Bayern München