Mótmælistiltakið nú seinnapartin sær ut til at gerast eitt tað størsta, samskipaða mótmælistiltakið síðan 266b. Eisini mentanarlívið stuðlar mótmælunum. Skráin sæst her Mótmælistiltakið, sum fevnir tvørtur um politisk floksmørk og um fakfelagsmørk, byrjar klokkan 16.
Fleiri av stóru nøvnunum úr tónleiki og vinnulívi stuðla tiltakinum við at røða ella spæla.
Skráin sær soleiðis út:
Uni Árting úr punkbólkinum 200 byrjar mótmælistiltakið við at siga nøkur orð.
Síðan spælir Eyðun Nolsøe.
Eftir tað koma Ragnar Joensen, sum lesur stjórnmálafrøði, og Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, at halda røður.
Sámal Ravnsfjall fer at undirhalda við sangi, og so fer Hanus Kamban at røða.
Tveir miðnámsskúlanæmingar fara at hava dialog, og síðan heldur Uni Arge røðu.
Tá mótmælistiltakið á Vaglinum er av, verður boðið oman í Posthúskjallaran til kaffi og hugna, har Hanus G. Johansen og Sámal Ravnsfjall spæla.
Seinni um kvøldið verður pallborðsfundur, tá Føroya Ungdómsráð skipar fyri kjaki undir heitinum »Ungdómur ? størsta útflutningsvøra føroyinga?«.
»Eru ungdómurin og tilkomin fólk, sum vilja nema sær eina útbúgving, bert ein útflutningsvørða, ið vit senda av landinum í teirri vón, at summi teirra kanska koma aftur? Ella er tað, at vit hava útbúgvin fólk og eitt lestrarumhvørvi í Føroyum, ein fyritreyt fyri, at Føroyar ikki enda sum enn eitt oyggjasamfelag uttan menning og framtíð?«, spyr Føroya Ungdómsráð.
Í panelinum sita Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, Sjúrður Skaale, tingmaður, Búi Rouch, ungdómur, Jóhanna Joensen, lesandi, og eitt vinnulívsfólk.