Sum tað framgongur á síðuni, so vóru hvørki B36 ella KÍ ikki kunnað um úrskurðin hjá starvsnevndini áðrenn evstamark okkara, og tí var tað ikki stórvegis, sum tað bar til at fáa av viðmerkingum til málið frá feløgunum.
Spurdir beinleiðis, hvørt tey fara at kæra, um úrskurðurin hjá nevndini gongur teimum ímóti, svara bæði KÍ- og B36-formaðurin, at tað fara tey helst.
- Eg trúgvi ikki, at vit fáa gjørt annað enn at kæra málið, um tað verður úrskurðurin. Tað eru vit noyddir til, segði Gestur Hovgaard, formaður í KÍ.
Og B36-formaðurin, Kjartan Mohr, er ikki ósamdur.
- Tað hava vit í øllum førum hugsað um, og tað er so ein ógvuliga sannlíka reaktión. Enn hava vit tó ikki fingið úrskurðin, men nevndin fer helst at viðgera málið, so skjótt vit hava hendan. Eg kann bara staðfesta, at um so er, so haldi eg kappinjgina liggja í skeljasori, longu áðrenn hon er byrjað, staðfestir Kjartan Mohr.










