Verður flotað næsta summar

Italska ferðamannaskipið Costa Concordia, sum fór á land við italsku vesturstrondina í januar, verður flotað aftur næsta summar. Tað sigur amerikanska fyritøkan, sum hevur fingið uppgávuna at fáa skipið aftur á flot.

Hetta er fyrstu ferð, at roynt verður at flota eitt so stórt skip, sum er farið á land. Costa Concordia er 290 metrar langt og merkt 114.500 bruttotons.

Meiri enn 4.200 fólk úr 60 londum vóru umborð á skipinum, tá tað sigldi á land við oynna Giglio. 32 fólk doyðu. Mánadagin byrjaði eitt rættarmál, sum skal staðfesta, hvør hevur endurgjaldsskyldu í sambandi við vanlukkuna.