Tey, sum hava elbil og hitapumpu fara nú at spara rættiliga nógv í SEV um árið.
Sum vit skrivaðu í áðni, verður nú eitt uppskot lagt fyri Løgtingið um at tey, sum skulu løða ein elbil, og tey, sum hava hitapumpu, fara at fáa nógv bíligari streym til endamálið.
Les eisini: Fólk við hitapumpu og elbili fáa nú bíligan streym
Í hesum sambandi er lagt upp til, at nú skal SEV kunna selja streym, sum skal brúkar til at løða elbilar, og til at hava hitapumpur gangandi, 50 oyru bíligari enn streymurin annars er.
Ein elbilur, sum koyrir 15.000 kilometrar um árið, brúkar eini 4.000 kWt, og ein bensinbilur, sum koyrir 15 kilometrar upp á liturin, brúkar 1.000 litrar av bensini.
Sostatt er tað nú einar 2000 krónur bíligari um árið at hava ein elbil enn at hava ein bensinbil. Men tá ið prísurin á streymi fer at lækka, soleiðis sum ætlanin er, fer tað at verða 4000 krónur bíligari um árið at hava elbil enn at hava bensinbil.
Og er talan um eini sethús við vanligari nýtslu, er tað einar 3300 krónur bíligari um árið at hava hitapumpu enn at hava oljufýr er, men tá ið prísurin á streymi er lækkaður, verður tað 7300 krónur bíligari.
So tey, sum bæði hava elbil og hitapumpu, fer at at verða einar 11.300 krónur bíligari í streymi um árið enn hjá teimum, sum hava oljufýr og bensinbil.
Her er so bara hugsað um rakstrarútreiðslurnar og ikki um hvat tað hevði kostað at skift bil og lagt um frá oljufýr til hitapumpu. Men skal bilurin skiftast kortini, og er talan um at byggja nýggj hús, er so upp aftur talan um eina heilt aðra søgu.