Verður hetta framt, so er nærum talan um eina tvífalding av ferðaavgjaldinum
seinastu árini, har avgjøldini støðugt eru hækkað.
Í grundgevingini ávarar Høgni Hoydal staðiliga ímóti hesum ætlanum, tí tær fara
at elva til stórar trupulleikar fyri ferðafólk, flutnings- og ferðavinnufeløg.
Fólk, sum hava keypt ferðaseðlar kunnu tá rokna við eini eftirrokning og hetta
fer at elva til umsiting og ónøgd.
Eisini vísir Høgni Hoydal á, at tað er avlagandi, at danski staturin hækkar
avgjøldini fyri flogvølliun í Vágum, samstundis sum tosað verður um javnsettar
partar og samstundis sum ætlanir eru um at yvirtaka flogvøllin í Vágum.
Norðuratlantsbólkurin










