Alfred Olsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
---------------
Fyrst av øllum vil eg takka felagnum Javna fyri tað megnar arbeiði, tit gera og eg ynski tykkum eydnu við arbeiði tykkara. Samstundis ynski eg formanninum eina hepna hond við teimum tiltøkum, sum tit hava sett tykkum fyri í 2010.
Sjálvur meti eg, at løgtingið hevur víst, at tað er fyri at gera broytingar í avvarðandi lógum, sum betra um viðurskiftini hjá fólki, sum koma undir veingjabreiðið hjá Javna.
Her vil eg vísa á, at broytingar í verjumálslógini vórðu einmælt samtyktar av Føroya Løgtingi, og tað vísir tann vælvilja, sum Løgtingið hevur, og harvið er so tann politiska lógarviðgerðin liðug.
Kunningin.
Tann neyðuga formliga kunningin til øll, sum vara av t.d. verjumálslógini og lógini um yvirformyndarí, skuldi so verða gjørd av Ríkisumboðnum og sjálvandi av juristum í Innlendismálaráðnum.
Men nú lesa vit á portalum v.m., at Javni er farin undir eitt fundarátak í øllum landinum, og at løgtingsmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Kári av Rógvi, er annar av fyrilestrarhaldarunum.
Hví brúkar Javni ikki tey fólkini hjá Ríkisumboðnum og Innlendismálaráðinum, sum hava arbeitt við og gjøgnumgingið tær broytingar, sum gjørdar eru í nevndu lógum, og sum tey kenna út og inn?
Politisk misbrúk?
Tað kann ikki vera rætt, og eg havi ilt við at góðtaka, at Javni letur seg misbrúka politiskt. T loyvi eg mær at mæla Javna til at brúka tey dugnaligu starvsfólkini hjá Innlendismálaráðnum og Ríkisumboðnum í teirra kunningarferð, - og ikki politakarar.
Tann politiska viðgerðin er liðug, og nú er tann neyðuga formliga kunningin eftir. Fari at ynskja Javna eina góða kunningarferð, leysa av øllum partapolitiskum royki.










