Jógvan við Keldu
landsstýrismaður
???????????????
Bert eitt land uttanum okkum hevur eitt valdømi, tað er Grønland, og har er lagt upp til broytingar, m.a. tí at umboðaniner so mikið órættvís.
Av og á kemur upp at venda, at betri og meira rættvíst hevði verið, um Føroyar var eitt valdømi, heldur enn sum nú - sambært verandi lóg - sjey valdømi, har talið á tinglimum í hvørjum øki sær er ásett, og síðani er umframt møguleiki fyri, at upp til fimm limir kunnu verða eykavaldir eftir §§ 32 og 33.
Á ferðini í Grønlandi, hevur løgtingsformaðurin helst tosað við onkran politikara, sum er fegin um, at Grønland er vorðið eitt valdømi. Við hesum kemur hann heim og vísir á, er ætlan samgongunnar er at endurskoða løgtingsvallógina, har nakrar broytingar skulu fremjast, og tá kann talan verða um eitt valdømi, sum hann sigur har "eru fyrimunirnir nógv fleiri enn vansarnir".
Løgtingsvallógin verður nú endurskoðað
Fólk í Innlendismálaráðnum hevur so smátt sett skjøtil á hesa endurskoðan, eitt arbeiði sum kemur at verða framt í komandi mánaðum.
Lat meg beinanvegin siga, at bæði Grønland og Ísland hava broytt sínar vallógir soleiðis, at Grønland er eitt valdømi, og Ísland er býtt upp í seks valdømi.
Føroyska vallógin eins og danska hevur til endamáls, at umframt at miðøkini skulu hava sína umboðan, skal eisini verða sæð til, at økini eisini verða umboðað í løgtinginum og í danska fólkatinginum.
Í Grønlandi búgva í dag 23 tingfólk av 31 í høvuðsstaðnum Nuuk. Suðurgrønland hevur einki umboð, Eysturgrønland eitt umboð. - Sambært uppskotinum um nýggju sjálvstýrislógina í Grønlandi er talan um at gera broytingar í vallógini aftur, tí hon virkar ikki nóg væl.
Neyvan meiriluti fyri einum valdømi í løtuni
Bæði Útvarp Føroya og Dimmalætting - her kann vísast til oddagrein - hava gjørt eitt ávíst arbeiði við at "sláa eitt slag" fyri einum valdømi, meðan Sjónvarp Føroya fekk burtur úr prátinum við Fólkaflokkin, at Fólkaflokkurin ikki hevur viðgjørt málið, men at har er ivasamt, og ein av tíðindamonnum útvarpsins fekk sagt, at "Fólkaflokkurin er jaligur", sum hann tók til.
Formaður Fólkafloksins Anfinn Kallsberg hevur greiðliga sagt, at tíðin er ikki búgvin fyri kjakinum um eitt valdømi, tí nógv skal fáast upp á pláss áðrenn, eitt nú, hvat kommunurnar skulu umsita og hvussu økini í framtíðini skulu síggja út.
Ísland
Venda vit síðani aftur til Ísland, er Reykjavíkarøkið býtt upp í tvey, meðan hini fýra av seks økjunum fevna um 10 tinglimir hvørt. Eysturlandið hevur helst longu mist ein tinglim, so har eru bert 9 tinglimir. - Íslendingar eru sera ivasamir, og vit skulu minnast til, at næstan helmingurin av øllum íslendingum býr um Reykjavíkarleiðina.
Sentralistar og fjølmiðlar
Eingin ivi er um, at sentralistar eru samdir um eitt valdømi.Tá fáa vit helst somu viðurskifti við búset-ing og býti av ting-manna-talinum sum í Grønlandi. Aðrir tinglimir, sum búgva úti um landið, eru ivasamir um rætt er við einum val-dømi.
Tað tykist eingin ivi hjá báðum nevndu fjølmiðlunum, Útvarpi Føroya og Dimmalætting, at teir ynskja eitt valdømi, so - sum Dimmalætting tekur til í oddagreinini - at sleppast kann undan lokalpolitikki í framtíðini. - Ber til hjá landsfevndum fjølmiðli at vera so blindur og so subjektivur?!
Í hesum sambandi eigur spurningurin at verða umhugsaður um framhaldandi at varðveita Føroyar sum eitt fjølbroytt og samansett land, har givið verður ymisku økjunum kring landið ans, og tey hava ávirkan, og eisini eru búskaparliga gevandi til alt landið.
Fáast í rættlag við nøkrum tekniskum broytingum
Sum er ber til at tryggja, at ymisku landafrøðiligu økini fáa umboðan á tingi. Ein skipan við einum valdømi tekur sum kunnugt ikki hædd fyri hesum.
Rættvísin við einum valdømi er sera ivasom á fleiri økjum. So kunnu vit spyrja, um allar Føroyar verða betri við einum valdømi, og um neyðugt er at taka grundleggjandi súlurnar undan okkara skipan, heldur enn at fáa rættað teir teknisku skeivleikarnar, ið eru.
Við teimum grundgevingum, sum higartil eru komnar, er eingin orsøk til at gera Føroyar til eitt valdømi, tí eitt heldur rætt-vísari býti kann fáast við m.a. fleiri eykatingvaldum og við smávegis broyt-ing-um í nýttu roknihættunum, soleiðis at tingmannabýtið samsvarar við prosentvísa býtið av atkvøðunum.