Sá í einum av bløðunum, at onkur hevði hug at brongla vakra staðarnavnið Tjaldavíkshólmur til Tjaldarvíkarhólmur, helt tað ljóða andskræmuligt.
Tað kann ikki bera til, at hópur av vøkrum gomlum staðarnøvnum eru málvillur.
Leirvíksfjørður, Rituvíkshálsur, Tjaldavíkshólmur, Tjørnuvíksstakkur, Kvívíksskor, Leirvíksfjall, Øravíkslíð, Sandvíksfles og mong onnur av sama slag - eru hesi nøvnini málvillur?
Tað kann ikki vera satt, at teir gomlu, sum settu nøvn á hesi støðini í forðum vóru eiðasørir í málbrúki. Teir høvdu ikki gingið á lærdar háskúlar, men tað er hóast alt frá teimum, málið er komið.
Hvussu við persónum, sum til dømis vóru nevndir Leirvíks-Páll ella Kvívíks-Tummas? Havi lagt til merkis, at onkur hevur skrivað Kvívíkar Tummas, haldi ikki, tað fellur líka væl sum Kvívíks-Tummas.
Fyri 100 árum síðani búði tiltikin sjógarpur og skilamaður í Vági nevndur Kvívíks-Jógvan, trúgvi neyvan, nakar hevði fingið seg at nevnt hann Kvívíkar-Jógvan, og man ikki mangur góður maður hava fingið sær eina skálvíksgentu til konu? Hevði onkur sagt, at hon var skálavíkargenta, høvdu tey gomlu helst talað at og rættað.
Eg loyvi mær at spyrja tey málkønu, um ikki kvenkynsorðið vík endar við s í hvørsfalli, tá tað stendur millum tvey onnur navnorð til dømis í samansettum staðarnøvnum?
Her eru nøkur dømi:
Leirur-vík-fjørður Leirvíksfjørður
Tjald-vík-hólmur Tjaldavíkshólmur
Rita-vík-hálsur Rituvíkshálsur
Tjørn-vík-stakkur Tjørnuvíksstakkur
Leirur-vík-fjall Leirvíksfjall
Sandur-vík-fles Sandvíksfles
Øðrvísi er, tá tvey navnorð eru samansett og enda við vík. Vit fara um Leirvíksfjørð til Leirvíkar, um Riruvíksháls til Rituvíkar og gjøgnum Øravíkslíð til Øravíkar, og mætur garpur varð nevndur Leirvíks-Páll, men onkuntíð kom hann til Leirvíkar. Kvívíks-Jógvan búsettist í Vági og fór ikki aftur til Kvívíkar.
Um hetta er skeivur málburður, vóni eg, at onkur við røttum førleika vegleiðir meg.
Eg ivist ikki í, at fleiri enn undirritaði sita við sama spurningi, vóni tí at fáa skilagott og sakligt svar.
Á Norðasta Horni 26.juni 2009?