Rækjuflotin
Allur rækjuflotin liggur í andaleypi og teir, sum eiga skipini, vita sær eingi livandi ráð, nú allur flotin stendur til at fara av knóranum. Tvey skip eru longu farin, Ocean Pride, sum er seldur til Kanada og Kappin, sum Rækjuvirkið á Oyri hevur keypt. Tvey onnur føroysk rækjuskip fiska undir fremmandum flaggi.
Føroyski rækjuskipaflotin telir í løtuni 8 skip undir føroyskum flaggi, og tey standa øll ? uttan undantak - til at fara av knóranum, um einki verður gjørt frá politiskari síðu til tess at varðveita skipini í flotanum.
Reinur valuti
Ofta verður spurt, hvat loysir seg at varðveita samfelagsliga, og hvat ikki loysir seg. Lítið man tó vera at ivast í, at føroyska samfelagið verður fátækari, tá ið rækjuflotin er seldur øðrum ? ella er flaggaður út.
Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking, sigur, at rækjuflotin í miðal útflytir fyri einar 250 milj. krónur um árið.
- Samanbera vit hetta við tað, sum flakatrolararnir útflyta fyri, er talið hjá flakatrolarunum einar 50 milj. krónur hægri.
Rækjuskiparin vísir á, at øll kvotan hjá flakatrolarunum verður goldin við fiski undan Føroyum, men soleiðis er ikki við rækjunum, sum verða veiddar í altjóða sjógvi.
- Føroyar lata 155.000 tons av svartkjafti fyri veiðirættindini hjá flakatrolarunum og nótaflotanum, tá ið hesi skip veiða uttanfyri 200 fjórðinga fiskimarkið. Hesi skip fáa tískil sína kvotu í útlendskum sjógvi fyri "einki", tí fiskur undan Føroyum rindar kostnaðin. Hinvegin noyðist rækjuflotin sjálvur at gjalda, um teir vilja vinna sær eykakvotur.
Bjarni sigur, at Føroyar lata einki kilo av fiski, ei heldur nakra krónu fyri tað, sum rækjutrolararnir fiska á Flemmish Kap og við Svalbard.
- Hetta eru søgulig rættindi, sum vit sjálvir hava vunnið okkum, leggur hann dent á.
Einastu rækjurnar, sum fiskaðar verða fyri umbýtiskvotu, eru tey fáu tonsini, sum rækjuskipini sleppa at fiska undir Eysturgrønlandi.
- Men líkt er ikki til, at nakar skilir hetta, tí ein rækjutrolari fyri og annar eftir fer á húsagang ? uttan at hugt verður eftir, hvat tað er, sum hendir, og hvørjar umstøðurnar hjá flotanum í veruleikanum eru, sigur Bjarni Petersen.
Undir FAS-skipan
Skiparin heldur, at rækjuflotin hevur so stóran, samfelagsligan týdning, at eitt hvørt átti at verið gjørt frá almennari síðu, so vit ikki missa øll hesi skipini av hondum.
- Vit fiska í altjóða sjógvi í kapping við skip, sum fiska undir altjóða treytum. Tí átti tað ikki at verið órímiligt, at vit eisini sluppu at kappast undir somu treytum, sum hini skipini.
Bjarni leggur dent á, at í altjóða sjógvi, eru altjóða treytir galdandi.
- Sleppa vit ikki at fiska undir somu treytum, sum hinir, hava vit heldur ongan møguleika at kappast við teir, sigur hann.
Skiparin á Arctic Viking heldur tað tí vera so upplagt, at føroyski rækjuskipaflotin sleppur undir eitt slag av eini FAS-skipan, eins og farmaskipini, sum eisini kappast undir altjóða treytum.
Felagið Rækjuskip hevur borið hetta uppá mál yvirfyri landsins myndugleikum, men teir hava higartil skotið seg inn undir, at sleppa rækjuskipini undir eina FAS-skipan, so fara aðrir skipabólkar at krevja tað sama.
- Eg haldi ikki, tað hevði verið órímiligt, um vit fingu eina lóg, sum sigur, at tey skip, sum fiska í altjóða sjógvi ? og ikki av umbýtiskvotu ? kundu sloppið undir eina FAS-líknandi skipan.
Bjarni Petersen dugir ikki at síggja nakran trupulleika við hesum, nú vit frammanundan hava eina lóg á økinum.
- Men myndugleikarnir lata bara oyruni aftur og eru fullkomiliga passivir. Hetta er óskiljandi, nú ein heil vinna stendur til at fara fyri bakka, sigur hann.
Í blaðnum leygardagin venda vit aftur til støðuna hjá rækjuflotanum.











