Dagfinn S. Højgaard, Tórshavn
Nú hevur verið júkað upp í saman um samkynd og pargraf 266b í fleiri mánaðir. Niðurstøðan í fjølmiðlunum í Føroyum og uttanlanda er greið: “Tey kristnu í Føroyum eru intolerant og fundamentalistisk”.
Men hvør er tann sum er “intolerantur og fundamentalistiskur”?
Hvør er tann “frelsti” fundamentalisturin sum kroystir sína egnu “trúgv”, niður yvir onnur?
Ein av hesum intolerantu fundamentalistunum, sum við lógini í hond kroystir sína egnu sannføring niður yvir onnur, er føroyska navnanevndin.
Í Føroyum er sum kunnugt, ikki longur loyvt at kalla síni børn vanlig nøvn sum; Harry, Jack, Jenny, John o.s.fr., hóast hetta er loyvt í skandinavisku grannalondum okkara, sum vit evindeliga og altíð skulu samanlíkna okkum við, og sum eisini blivu tikin fram sum fyrimyndir, tá paragraf 266b skuldi broytast.
Hví skulu málsligu fundamentalistarnir í føroysku navnanevndini hava loyvi til at diskriminera føroysk foreldur, sum ynskja at børn teirra skulu eita Jack og Claudia heldur enn Ormar og Gortra, við at nokta teimum hetta? Hvar er persónliga frælsið her?
Telur føroysk bendingarlæra minni enn bíbliuvers, tá tað kemur til diskriminering?
Bíblian má ikki brúkast sum grundarlag undir demokratiskum lógarsmíði, siga tit. Er stavseting Hammershaimbs eitt betri juridiskt grundarlag í hesum høpi?
Hví hoyrist onki til Amnesty International Føroya deild, tá tað kemur til ta diskriminerandi føroysku navnalógina? Er tað ikki ein mannarættur at geva sínum egnu børnum navn?
Tað má vera ein sjálvfylgja at tit somu politikarar sum løgdu uppskotið um uppískoytið til paragraf 266b vegna diskriminering fram, eisini fara at leggja uppskot fram um at broyta ta ógvuliga diskriminerandi føroysku navnalógina, so hon gerst demokratisk.
Ella er tað kanska ikki pláss fyri fólki ið eita Jack og Claudia í tykkara sokallaða “toleranta” samfelag?
Gleðilig jól.