Verður dýrt at sleppa av við Klæmint Weihe

Avgerðin at siga Klæmint Weihe upp, er ólóglig og fer at kosta SEV stórar upphæddir, sigur sakførarin hjá stjóranum

SEV-Leiðsla

Tað verður dýrt hjá SEV, at sleppa av við Klæmint Weihe sum stjóra.
Tað ger sakførarin hjá Klæmit Weihe greitt í einum brævi til stýrið fyri SEV.
Sum sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, metir hann, at als onki lógligt grundarlag er fyri at siga Klæmint Weihe upp.
Meirilutin í stýrinum fyri SEV hevur boðað frá, at ætlanin er at siga Klæmint Weihe upp, tí hann hevur ikki álit á honum longri.
 Verður endalig avgerð tikin um at siga hann upp, er sostatt talan um eina avgerð, sum er ógyldug og sostatt eisini ólóglig, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hann sigur, at tekur stýrið endaliga avgerð um at siga Klæmint Weihe upp, er tað tí ongin ivi um, at málið verður lagt fyri rættin.
Har fer Klæmint Weihe at krevja, at uppsøgnin verður dømt at vera ógyldug.
 Og tað verður hon uttan iva, tí ongar ítøkligar og gyldugar orsøkir eru til at siga hann upp.
 Tá ið tað er hent, fer Klæmint Weihe eisini at krevja endurgjald fyri at verða sagdur upp av órøttum og fyri at umdømi hansara er versnað av hesum máli.
Verður hann uppsagdur, skal hann harafturat hava fulla løn í langa tíð.
- Verður endalig avgerð tikin um at siga Klæmint Weihe úr starvi, fer tað sostatt at elva SEV til stórar útreiðslur. Og hava stýrislimirnir tikið eina ólógliga avgerð, kunnu teir sjálvir koma at hanga upp á hesar útreiðslur.
Jógvan Páll Lassen førir fram, at tað skulu avbera góðar grundir til at siga ein stjóra í einum felagsskapi, sum SEV, upp.
Men grundgevingarnar skulu eisini vera rættar.
Og hevur stýrið mist álitið á stjóranummm skal tað fyrst gera alt fyri at byggja álitið uppaftur, áðrenn talan verður um uppsøgn.
Í hesum sambandi vísir hann á, at øll hesi árini, hann Klæmint Weihe hevur verið stjóri í SEV, hevur hann ongantíð fingið átalu ella ávaring.