Jakob Jónsson helt avgjørt ikki, at talan var um besta avrikið hjá StÍF higartil í ár. Men hann fegnaðist tó um, at teir hesa ferð megnaðu at toga stigini heim.
- Fyrra hálvleik er spælið á eini leið, og eg haldi, at vit hava tamarhald á støðuni. Men seinni hálvleikur er ikki nóg góður. Tað byrjar tó spakuliga at ganga rætta vegin hjá okkum, men er tað so “step by step”.
Fóru nervarnir ikki í topp hasa seinastu løtuna, tá teir koma upp á javnt?
- Jú. Men tíbetur var tað eg sjálvur, sum átti mistakið til seinasta málið hjá Neistanum. Vit klára tó at fáa eitt brotskast, og hetta vildi Finnur sleppa at taka. Eg spurdi hann, um hann vildi royna aftur (Finnur brendi brotskast stutt undan hesum), og hann svaraði avgjørdur: Ja!.
Sigur letur StÍF standa eftir sum ósigrað og einsamalt í oddinum. Men hóast henda veruleika, so vil Jakob als ikki somikið sum tosa um gull og heiður enn.
- Nú fáa vit at síggja. Enn taka vit bara ein dyst ísenn, og so taka vit tað hiðan og frá.










