Ver lækkar prísin á breiðbandinum

Ver, sum er vøru- og tænastupallurin hjá Føroya Tele ger eina príslækking á breiðbandinum. Tað skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi í dag. 

 

- Nýggjan tænastan eitur Set saman spar og knýtir breiðband og fartelefon saman. Tað merkir, at hevur mann bæði fartelefon- og breiðbandshald á Ver, so sparir mann í minsta lagi 600 krónur árliga fyri sítt breiðband, skrivar Føroya Tele. 

 

- Við hesi príslækking fáa kundar ein fyrimun at savna síni fartelefon- og breiðbandshald í Ver, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele, í tíðindaskrivinum. 

 

- Tað var annars í november í 2017, at Føroya Tele tók ta avgerð um at flyta breiðband til privata húsarhaldið yvir á pallin Ver og samstundis lækkaði prísin. Við at savna fartelefon- og breiðbandshald á Ver, fær brúkarin fleiri fyrimunir, so hann kann avgreiða øll síni viðurskifti á einum og sama staði inni á sjálvgreiðsluni, skrivar Føroya Tele.