Verðaldartónleikur í Havnar kirkju

Leygardagin verður aftur matiné í Havnar kirkju, har tey bæði Peter og Betty Arendt luttaka.

Hjúnini bæði eru í Føroyum, millum annað í samband við eitt skeið í vøggusangi í Hoyvíkar kirkju komandi fríggjadag.

Tey eru bæði virknir tónleikarar: Peter sum urguleikari á Haslev kirkju og Betty sum sangari og kórleiðari sama stað.

Tey hava havt nógvar konsertir bæði í Europa, Suðuramerika og Afrika. Fyri ein part tí tey hava fingist við tað sum kallað verður “Veraldartónleikur” – tað er heiti, tá ið fólksligur og kirkjuligur tónleikur frá ymiskum londum verður samskipaður og framførdur á ymiskum málum og háttum.

Við veraldartónleiki hava tey framført og skipað fyri skeiðum í nógvum ymiskum londum. Afturat hesum eru tey bæði virkin innan klassiska tónleikin í Danmark.

Peter hevur millum annað stovnað De Danske Baroksolister og Betty syngur í professionella kórinum Hjá Mogens Dahl og er ofta solistur í framførslum av oratorium og operum. Hon er kend fyri at duga væl at laga seg eftir fremmandum málum og framførlsuháttum. Serliga hevur hon áhuga fyri tí andaliga norðurlendska sanginum.

Á matiné'ini leygardagin klokkan 11:30 fer Betty at syngja bæði klassiskan og fólksligan tónleik, og Peter Arendt fer at spæla forvitnisligan tónleik á urguna.