Skúlaskapur
Útrokningargrundarlagið, sum Mentamálastýrið roknar tímatalið til skúlarnar kring landið út eftir, er ólógligt.
Tað heldur Føroya Lærarafelag.
Felagið hevur nú biðið leiðslurnar á øllum skúlunum í Føroyum um at gera støðuna upp og at senda felagnum eina veruliga tímatalvu fyri komandi ár, fyri at vita, hvussu hon hevði sæð út, um allar lógir og allir sáttmálar skulu haldast.
Hon vísir á, at frymilin, sum enn verður brúktur at rokna tímatalið til hvønn skúla út eftir, kom í gildið í teimum ringastu kreppuárunum fyrst í nítiárunum.
?Tá ið landið er í slíkari kreppu, sum tað var í, kann tað góðtakast undantaksstøður verða settar í verk í avmarkað tíðarskeið.
?Men frymilion varð ongantíð settur úr gildið aftur og vit kunnu ikki góðtaka at landsstýrið blívur við at tvíhalda um eina kreppuloysn, hóast tíðirnar eru nógv batnaðar.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at soleiðis, sum frymilin nú er, fáa skúlarnir ikki nóg mikið av tímum til at teir kunnu halda ásetingarnar í fólkaskúlaslógini og teimum ásetingum, sum eru í sáttmálanum ímillum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið.
?Við at brúka hendan frymilin, tvingar Mentamálastýrið skúlaleiðslur og lærarar at bróta lógina. Tí halda vit, at frymilin í sær sjálvum er ólógligur .
Orsøkin til, at Lærarafelagið nú hevur biðið skúlarnar leggja eina veruliga tímatalvu, er fyri at vita, hvussu myndin sær út, um hon verður vend á høvdið.
? Tað rætta hevði verið, um skúlarnir løgdu eina tímatalvu so at treytirnar fólkaskúlalógini og í sáttmálanum millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið verða hildnar, og so fekk skúlin tímar eftir tí. Tí hevur Lærarafelagið nú biðið skúlaleiðslurnar um at leggja eina tímatalvu sambært fólkaskúlalógini og sáttmálanum millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið, fyri at fáa eina fullgóða mynd av, hvussu tímatalvan eigur at síggja út.
Skúlin nógv dýrari
Elsa Birgitta Petersen sigur, at tað eru tvær orsøkir til at fólkaskúlin verður so nógv dýrari komandi skúlaár, enn hann er í ár.
?Orsøkin er partvís tann, at partar av fólkaskúlalógini verða settir í verk nú og tað kostar. Somuleiðis koma partar av sáttmálanum, sum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið gjørdu tíðliga seinasta summar, eisini í gildið nú.
Hon sigur, at varð landsstýrið ikki sinnað at halda sáttmálan, átti tað ikki at havt góðkent hann.
Hon átalar eisini, at meirlutin í Løgtinginum hevur samtykt eina nýggja fólkaskúlalóg, sum áleggur skúlanum nógvar skyldur og uppgávur afturat, uttan at hesin sami meiriluti samstundis er sinnaður at játta peningin sum krevst fyri at halda lógina.
?Fólkaskúlalógin er frálík, men hon nyttar hvørki eitt ella annað, um Løgtingið ikki samstundis er sinnað at játtað tað, hon kostar.
? Vit hava eisini boðað frá, at er ikki politiskur vilji til at hava tað virksemið í skúlanum, sum lógin ásetur, so er at broyta lógina, tí ongin kann liva við at lógin beinleiðis verður brotin.
Hon sigur, at í ár eru 186 milliónir játtaðar til lønir í fólkaskjúlanum og tað er sjálvsagt nógv tann størsta útreiðslan. Mentamálastýrið hevur nýliga boðað Fíggjarmálastýrinum frá, at skulu fólkaskúlalógin og sáttmálin við Lærarafelagið haldast, fer skúlin at kosta 27 milliónir meiri í 2001, enn hann ger í ár.