Verða latnir heimunum

Springararnir verða ikki býttir í drápspartar

Teir sekstan springararnir, ið løgdu beinini á Gøtusandi í dag, verða ikki býttir í drápspartar, men verða í staðin latnir heimunum í kommununi. Tað upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður.


- Tað vóru so nógvir bátar og fólk á sandinum, men einans sekstan springarar. So tann sum fann teir fær finningarfiskin, meðan grindaformenninir fingu eitt kók og restin verður latið heimunum í kommununi, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.


Tað var fyrr í dag, at ein bátur fann ein bólk av springarum umleið tveir fjórðingar úr Borðoyarnesi. Bólkurin var upprunaliga størri enn sekstan, men tá hann kom inn í Gøtuvík, fór hann sundur.