Teir eru staddir túsundtals kilometrar frá heimlandinum, nú tað fer at nærkast jólum her hjá okkum.
Meðan vit fyrireika okkum til hesa stóru kristnu høgtíðina, mugu teir verða til havs ella til lands í arbeiði sínum.
Teir eru kortini ikki gloymdir av russiska umboðsmanninum, Árna Dam í Havn.
Sum ein part av arbeiði sínum hevur hann sett sær fyri at geva teimum eina lítla heilsan til jólar, - ein lítlan pakka við onkrum tingi í.
Í gjár var hann umborð á einum russiskum trolara, sum lá við bryggju inni á Sundi. Her fekk hvør einasti av tí 78 mans stóru manningini eina jólagávu.
Á Kollafirði lógu eisini tveir aðrir russiskir trolarar við ávikavist 85 og 15 monnum umborð. Hesir skuldu sjálvandi eisini hava gávur.
- Eg veit um, at fleiri aðrir trolarar eru á veg. Teir verða heldur ikki gloymdir, slær Árni fast. Hjá okkum er jóladagur 25. desember, men hjá russum er hann 6. januar.
Íalt væntar hann at geva einar 1000 pakkar. Hann upplivir her tað serstaka gávumildið hjá føroyingum, tí pakkar koma allastaðni frá.
Henda eina dagin komu tvær konur úr Suðuroy norður við Smyrli við eini 60 pakkum til russisku sjófólkini. Og ein annan dagin kom ein onnur kona við 40 pakkum.
- Slíkt fløvar, sigur Árni.