18 limir í Greenpeace koma í dag fyri rættin í Nuuk, og har fer ákæruvaldið at krevja, at tey fáa bót og verða útvíst. Teir 18 Greenpeace-limirnir vórðu tiknir, tá teir fóru upp á oljuboripallin Leiv Eiriksson, og teir verða nú skuldsettir eftir lógargreinini um húsaófrið og fyri brot á trygdarreglurnar í sambandi við oljuboring.
Tey 18 eru úr Finnlandi, Bretlandi, Italia, Ungarn, Niðurlondum og Spania.
Leiv Eiriksson fór undir boringina fríggjadagin. Greenpeace vil hava oljufelagið Cairn Energy at avlýsa boringina, tí eitt óhapp har kann gera óbótaligan skaða á tað serliga arktiska umhvørvið, sigur felagsskapurin.