Fyri 10 mánaðum síðani fall 23 ára gamla Annika Kunoy Høgnadóttir úr Klaksvík fyri Wonik, sum hon gongur á universiteti saman við yviri í USA. At 22 ára gamli Wonik Im er úr Korea ger, at tað verður eitt brúdleyp við altjóða dámi, sum teir umleið 100 gestirnir fara at uppliva í Betesda í Klaksvík hin 2. august. Men hetta er bert fyrra brúdleyp teirra, tí aftaná fara tey líka til Korea, har foreldur hansara eisini halda brúdleyp fyri Anniku og Wonik, soleiðis sum siður er har.
Í januar skrivaði Wonik til foreldur Anniku og bað um hond hennara. 9. februar fóru tey í ein smúkkuhandil, har hann keypti ein ring. Síðani bað hann hana koma við ein gongutúr. Við ein bonk fór hann niður á knæ og bað um hjartað hennara. Soleiðis bar tað til, at veitsla nú verður á Sjómansheiminum í Klaksvík, har tey bæði eisini gista brúðarnáttina. Á matarskránni verða tríggjar rættir, vatn og cider, umframt eitt køkuborð, sum vinir og familja baka til.
Annika og Wonik hava keypt sær brúðarstásið í USA – hon fer í ráhvítan kjóla og svartar skógvar, og hann í myrkan klædning, hvítan vest og gylt slips. Eisini hava tey keypt tríggjar vakrar gentukjólar til blómugenturnar.
Undir vígsluni fer Nikolina Rubeksen at syngja ein serligan sang fyri teimum, og eisini er ætlanin at syngja ein ella tveir felagssangir, har Torkil Mørkøre spælir klaver undir.
Blómur: Liljur
Litir: Hvítt, rosa og svart