Venus verður vatnblástur

Tórshavnar Skipasmiðja hevur fingið útgerð til at vatnblása gamla máling av skipum. Sandblásing fer í søguna

 

Skiparøkt

Línuskipið Venus, sum er 40 ára gamal, stendur í løtuni á Tórshavnar Skipasmiðju, har hann er vatnblástur. Talan er í grundini um somu viðgerð sum sandblásing, men nú verður vatn brúkt í staðin fyri sand.

Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at hesin framgangshátturin dálkar munandi minni enn sandblásingin. Sandurin var óreinur at seta seg allastaðni, og var ofta ringur at reinsa burtur aftur. Serliga kundu trupulleikar standast av, tá eitt nú sundurtiknir motorlutir vóru nærindis har, sandblást varð. So skuldi alt reinsast afturumaftur.

Vatnið verður blást á skrokkin við slíkari megi, at alt verður heitt, og vatnið dampar burtur aftur beinanveg, sigur Gunnar Mohr.

Útgerðin, Tórshavnar Skipasmiðja nú hevur fingið, er komin úr Týsklandi og kostar hálvaaðru millión krónur.

Gunnar Mohr sigur, at Skipamsiðjan hevur vitað um hesa útgerðina eina tíð. Men ikki fyrr enn nú er avgerð tikin um at keypa hana.

Útgerðin er soleiðis, at hon kann flytast. Alt verkið stendur í eini bingju, og tað einasta, sum skal til aftrat, er í grundini ein krani at seta vatnslanguna til. Ætlanin er kortini, sigur Gunnar Mohr, at útgerðin skal standa fast inni á Skála. Tó er hon nú royndarkoyrd á Tórshavnar Skipasmiðju, har Venus er reinsaður, allur sum hann er. Ein týkari hevur verið her og lagt teimum lag á fyrstu dagarnar, Og tað tykist at ganga væl. Útgerðin er løtt at brúka. Talan er um tvey rør, sum spulað verður við, og tað krevst ein maður til hvørt. Ikki er tað tyngri enn vanligur trykkspulari heldur, láta teir at á Skipasmiðjuni.

Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at til vatnblásingina verður brúkt við eitt trykk upp á 2.500 bar. Ein vanligur trykspulari hevur vanliga eitt trýst upp á 400-500 bar. Men hendan nýggja útgerðin kann eisini brúkast til vanliga reinsing, um tað skal vera. So verður trýstið bara lækkað. Tað kann skifta millum 1.000 og 2.500 bar.

Tá arbeitt verður við fullari styrki, fer hvør einasti málingaflaki av, sigur Gunnar Mohr. Tað fer hon longu við einum trykki upp á 2.300 bar, og skrokkurin verður heilt blankur. Ein tunnur rustfilmur legst á aftur, fyrsta spulað er, men hann skaðar einki, tí ein serligur grundari verður smurdur upp á beinanveg, sum forkemur tí rustinum.

Gunnar Mohr sigur, at Tórshavnar Skipasmiðja nú kann kappast við allar aðrar, sum bjóða seg fram til sandblásing. Nú verður ikki neyðugt longur at fara uttanlands at fáa slíkt arbeiði gjørt. Góðskan er minst líka góð, sum tá sandblást verður, sigur hann, og prísurin er eisini soleiðis, at væl ber til at kappast.