Línubátarnir Venus og West Freezer landa til Landingarmiðstøðina í Sørvági í dag. Venus hevur 140-túsund pund, meginparturin er brosma og longa, West Freezer hevur 70-túsund pund, har er eisini meginparturin brosma og longa. Teir byrjaðu báðir túr 14. februar, Venus hevur roynt á Munkagrunninum og West Freezer á Suðuroyarbankanum.
Í gjár landaðu tvey skip til Landingarmiðstøðina, Drelnes landaði 25-túsund pund av havtasku og Kallsevni landaði 140-túsund pund av upsa, makkarin hjá Kallsevni, sum er Grímur Kamban, landaði á Toftum, teir høvdu heldur minni enn Kallsevni.