Hósdagin og fríggjadagin landaðu tvey línuskip í Sørvági. Tey høvdu ávikavist 50.000 og 35.000 pund av toski og hýsu í part. Hósdagin og fríggjadagin landaðu línuskipini Venus og Havbúgvin í Sørvági.
Havbúgvin, sum hevði verið vestanfyri, hevði umleið 50.000 pund av toski og hýsu - og Venus, sum royndi sunnanfyri, hevði umleið 35.000 pund av toski og hýsu.
Bæði skipini fara nýggjan túr í næstu viku.
Tað var Landingarmiðstøðin í Sørvági, sum landaði skipini.










