Venjingin vann

Torkil Veyhe, sum leygardagin gjørdist Føroyameistari í landavegssúkkling, var fegin um sigurin, men var ikki beinleiðis kløkkur av tí.

- Eg venji nokk eitt sindur meira enn hinir, og tað kann hava gjørt mun, sigur 20 ára gamli havnarmaðurin.

Hann og Gunnar Dahl Olsen fylgdust líka til Hósvíkar á veg suður aftur av Langasandi, har teir vendu.

- Vit fylgdust til Hósvíkar, og í brekkuni niðan fór eg frá honum. So koyrdi eg bara á, og tá eg var komin til tunnilin í Kollafirði, visti eg, at eg fór at vinna, staðfestir hann.

Torkil Veyhe er somuleiðis sannførdur um, at tað var trupult at súkkla leygardagin.

- Tað var øgiliga nógvur mótvindur á veg norður, so tað var øgiliga strævið at súkkla. Tá vit so komu suðuraftur var tað eisini strævið, tí mann súkklar so skjótt undan vindinum, greiðir hann frá.

Føroyameistarin í landavegssúkkling nýtti tríggjar tímar og tríggjar minuttir til hundrað kilometra teinin.

- Eg eri nøgdur við tíðina, tá mann hugsar um, hvussu nógvur vindur var, staðfestir hann.