Ein jøvn og spennandi spurnarkapping endaði við, at Venjingarskúlin fór avstað við fyrsta plássinum. Spurnarkappingin er sjálvandi tann, ið Útvarp Føroya seinastu árini hevur skipað fyri. Allir framhaldsskúlar í landinum eru við, og fáa teir møguleika at kappast um æruna at verða best vitandi skúli í landinum.
Hetta er triðja árið skipað verður fyri hesi spurnarkapping. Seinastu tvey árini er Runavíkar skúli farin avstað við fyrsta plássinum, og hevði Runavíkar skúli eisini svarað seg til finaluna í hesi vælumtóktu spurnarkapping.
Tað var ikki fyrr enn í síðsta spurningi, at avgerðin veruliga fall. Síðsti spurningurin var nevniliga ein árstalsspurningur, sum gevur trý stig, og var munurin millum skúlarnar bert eitt stig. Hetta merkti so, at um Venjingarskúlin snávaði, og fór meira enn eitt ár við síðuna av, kundi Runavíkar skúli vinna, um teir megnaðu at gita rætta árstalið. Men soleiðis skuldi tað ikki verða. Báðir skúlarnir vistu rætta árstalið, og hetta hevði við sær, at Venjingarskúlin vann 24 ? 23 á Runavíkar skúla. Virðislønin vórðu 1500 krónur í part til teir tríggjar luttakararnar, umframt eitt ognarsteyp og blómur.
Størri áhuga
Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum, fegnast sjálvandi um hetta frálíka úrslitið.
? Vit eru sjálvandi glað fyri hetta, men vit taka tað ikki fyri meira enn tað er, sigur Niels Nattestad.
? Hetta er undirhald, sum er stuttligt, sum nógvum dámar væl at lurta eftir, og vit leggja ikki meira í tað enn tað er. Men tað er sjálvsagt hugaligt at vinna.
Skúlastjórin á Venjingarskúlanum sigur, at skúlin hevur sum so ikki gjørt nakað serligt fyri at fyrireika næmingarnar til spurnarkappingina. Tað einasta hann vil nevna er, at størri áhugi er vístur næmingunum, og kanska er tað tað, ið hevur gjørt munin.
? Tá vit skuldu velja næmingar burturúr, fingu flokslærararnir boð um at spyrja hvørjir næmingar høvdu hug at vera við. Teir, ið teknaðu seg, vóru so við í eini innanhýsis spurnarkapping her á skúlanum. Næmingarnir fingu eini 25 skrivligar spurningar, sum líkjast teimum, sum verða settir í útvarpinum, og so vórðu tríggir teir bestu næmingarnir valdir út, greiðir skúlastjórin frá.
Tríggir teir bestu næmingarnir vístu seg so at vera Jógvan Heinesen úr 9. a, Heðin Guttesen og Steinar Patursson úr 10. b.
Lisið nógv
Sjálvt um skúlin sjálvur ikki hevur staðið fyri at fyrireika næmingarnar til spurnarkappingina, so hava teir tikið stig til hetta sjálvir.
? Vit hava lisið rættiliga nógv, sigur Jógvan Heinesen, sum saman við Heðin og Steinar gjørdist vinnarin av spurnarkappingini.
? Søgualfrøðin, Aftur og Fram bøkurnar og aðrar bøkur. So hava vit eisini fylgt væl við í tíðindunum. Ikki bara nú, men upp ígjøgnum árini.
Jógvan sigur, at teir eru ógvuliga áhugaðir í almennari vitan, og royna at fylgja við í tí, sum hendir í samfelagnum.
Men hvussu var so at vinna ímóti tí skúlanum, sum seinastu tvey árini hevur togað tað longra stráðið?
? Fyri tað fyrsta var tað sjálvandi ógvuliga gott at vinna, og so at vinna á teimum, sum hava vunnið tvey tey seinastu árini varð bara uppaftur stuttligari, sigur ein fegin Jógvan Heinesen.
Um spurnarkappingin verður aftur á skránni næsta ár vita vit ikki enn, men um so er, so fáa allir framhaldsskúlar í landinum so møguleika til at ogna sær hetta fyrsta plássi.
Sosialurin ynskir Venjingarskúlanum hjartaliga tillukku við sigrinum.










