Venjingarnar byrja í Kommandørhúsunum

Mánadagin byrjar leikbólkurin Tvazz venjingarnar av leikinum Stovugenturnar í gomlu kommandørhúsunum úti við Strond í Havn.

Mánadagin byrjar leikbólkurin Tvazz venjingarnar av leikinum Stovugenturnar í gomlu kommandørhúsunum úti við Strond í Havn.

 

ViðStovugentunum verður fyri fyrstu ferðhøvi hjáalmenninginum at vitja forkunnugu Kommandørhúsini, sum Føroyar fyri stuttum hava yvirtikiðfrádanska hernaðarvaldinum.

 

Men húsini verða nógv meira enn bara eitt høliðat framføra í, tíKommandørhúsini og eftirkríggstíðin, táhúsini vórðu bygd, verða spunnin inn ísøguna. Tey gerast premissin fyri allan leikin. Ísíni nýtulking av leikritinum flytir Tvazz seg sostatt til ein nýggjan hátt at skapa leikverk.

 

Leikurin Stovugentirnar eftir Jean Genet er ein ræðandi søga um tær báðar stovugenturnar Claire og Solange, sum tæna íhúsinum hjáMadame. Leikurin snýr seg fyrst og fremst um teirra ófrættakenda rolluspæl.

 

Frumframførslan av Stovugentunum  verður leygardagin 22. november 2014. Sýningar verða íKommandørhúsinum fram til 7. desember 2014.

 

Hesi eru viðíStovugentunum:

Leikstórn: Christoffer Berdal (DK)

Scenografi/búnar: Magdalena Stenbeck (SV)

Ljós: Egil Barclay Høgenni Hansen

Framleiðsla: Rakul Thomsen

Týðing: Jette og Gunnar Hoydal

Leikarar:

Annika Johannessen íleiklutinum sum Madame

Beinta K. Clothier íleiklutinum sum Claire

GunnváZachariasen íleiklutinum Solange

 

Taðer sum vant Egil Barclay Høgenni Hansen og GunnváZachariasen, iðmynda kjarnan íTvazz.

 

Tvazz hevur síðan 2006 avbjóða føroyska áskoðaran viðleikverkum, iðhava gingiðnýggjar leiðir ella tikiðupp kontroversiell evni, nevnast kunnu Køksdrotningarnar eftir Werner Schwab og Fundamentalisturin eftir Juha Jokela. Men eisini 4.48 Psykosa eftir Sarah Kane, iðTvazz sýndiíveitsluhøllini áLandssjúkrahúsinum.

 

Seinasta leikverkiðhjáTvazz var leikurin Tey óndu, iðbólkurin framførdi tvímælt íFøroyum og ádonskum íGrønlandi og íDanmark.