Venjingarhylurin klárur komandi skúlaár

Venjingarhylurin hjá Skúlanum á Trøðni verður eftir ætlan liðugur í august. Men skal vatn latast í hylin til ta tíð, má skúlin søkja um eykajáttan til øktar oljuútreiðslur

Leingi er tað, ið væl skal vera: Nú eru endiliga útlit fyri, at venjingarhylurin hjá Skúlanum á Trøðni, sum hevur staðið sum ein skomm í úti við hálvtfjórða ár, verður liðugur.

Sosialurin skrivaði í desember í fjør, at venjingarhylurin fyri børn við breki hevði staðið í hálvum gekki í trý ár. Landsverk hevur ábyrgdina av arbeiðinum, og haðani verður nú sagt, at hylurin verður liðugur í august. Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, sigur við Sosialin, at av tí at arbeiðið gekk so seint, varð upprunaligi byggiharrin tikin av uppgávuni. Men torført var at finna ein annan, tí so nógv byggivirksemi er í landinum.

- Men vit fingu so ein til endans. Hesin lovaði í fyrsta umfari, at arbeiðið skuldi vera liðugt í apríl. Men undir umvælingunum komu ávísar forðingar undan kavi, so tíðarætlanin varð broytt til august, sigur Oyvindur Brimnes. Tá handverkararnir skuldu umvæla flísarnar í botninum, sóu teir, at botnurin var brotin, og tí dró arbeiðið meira út enn ætlað.


Skundar undir

Í Skúlanum á Trøðni ganga starvsfólk, næmingar og foreldur spent og bíða. Upphitaði venjingarhylurin manglar í gerandisdegnum, har hann átti at verið brúktur til at stimbra og menna børnini kropsliga og andliga. Jan Christiansen, skúlastjóri, er fegin um, at Landsverk nú lovar, at arbeiðið verður liðugt í august.

- Men so skal arbeiðslagið upp, tí her gongur sera striltið, og vit síggja bara ein handverkara av og á, sigur skúlastjórin, sum eisini sær fyri sær, at játtanin til skúlan má hækkast, tá hylurin verður tikin í nýtslu.


Krevur eykajáttan

Seinastu tíggju árini hevur rakstrarjáttanin til Skúlan á Trøðni staðið í stað. Í fíggjarlógaruppskotinum, sum júst er samtykt, var tó ein meirjáttan uppá knappa hálva millión krónur til lønir og líknandi.

- Skúlin er frammanundan so niðurpíndur, at fíggjarliga er ikki grundarlag fyri at lata ein dropa av vatni í hylin. Ein upphitaður venjingarhylur sum hesin brúkar nógva olju, kanska einar 6000 litrar árliga. Saman við øktari el-nýtslu, millum annað til reinsiverkið, umframt viðlíkahald og reingerð, krevur tað eina meirjáttan á umleið 100.000 kr. árliga, sigur Jan Christiansen, sum hevur ætlanir um at venda sær til Mentamálaráðið við umbøn um eykajáttan, so hylurin kann vera klárur, tá børnini koma í skúla og barnagarð aftur.


Háfoss uppí málið

Sambært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í skúlamálum, er tað nýtt fyri hana, at peningur ikki er tøkur til at reka venjingarhylin. Tí hevur hon nú ætlanir um at seta seg í samband við leiðslu skúlans, so tey í felag kunnu finna eina loysn útfrá fíggjarætlanini hjá skúlanum.

- Tí sjálvandi skal hylurin kunna brúkast, tá vit nú hava sett hann í stand, sigur Kristina Háfoss, sum sigur seg hava havt stóran ampa av, at umvælingarnar hava ligið á láni í skjótt fýra ár. 


--


- Skúlin er frammanundan so niðurpíndur, at fíggjarliga er ikki grundarlag fyri at lata ein dropa av vatni í hylin, sigur Jan Christiansen, skúlastjóri, her saman við Halli Mohr, pápi at einum drongi í skúlanum

Mynd: Jens Kristian Vang