Venjingardyst móti Liktinstein 22. mars

Fríggjadagin 22. mars spælir manslandsliðið ársins fyrsta dyst, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti á Marbella Football Center í Spania, boðar Fótbóltssambandið frá

Patrik Johannesen skoraði einsamalla málið, tá Føroyar fyri tveimum árum síðani vunnu 1-0 í venjingardysti á Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fríggjadagin 22. mars spælir manslandsliðið ársins fyrsta dyst, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti á Marbella Football Center í Spania, boðar Fótbóltssambandið frá. Føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla í alt tíggju dystir í hesum árinum – seks dystir í UEFA Nations League, og fýra venjingardystir.

 

Og nú er greitt, at ársins fyrsti dystur hjá Håkani Ericson og hansara monnum verður fríggjadagin 22. mars, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti á Marbella Football Center í Spania. Fýra dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á Brøndby Stadion.

 

Føroyska manslandsliðið hevur sjey ferðir áður roynt seg ímóti Liktinstein, og higartil hava Føroyar vunnið allar dystirnar, við samlaða málmuninum 17-4. Í juni mánaða eru aftur tveir venjingardystir á skránni, og síðani verður Nations League í heyst. Lutakastið til Nations League verður hósdagin 8. februar.

 

Patrik Johannesen skoraði einsamalla málið, tá Føroyar fyri tveimum árum síðani vunnu 1-0 í venjingardysti á Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen