MRCC/ Tórshavn Radio er við í arktiskum samstarvi í sambandi við venjing í leiting og bjarging (SAR).
Arktiska Ráðið - sum er samstarv millum lond í arktiska økinum - skipar í heyst fyri felags venjing innan leiting og bjarging (SAR) á sjónum nevnd SAREX-Greenland 2012.
Fyrireikandi fundir hava verið hildnir í samband við venjingina, sum eftir ætlan verður miðskeiðis í september mánað í ár. Sjálv venjingin fer fram í landnyrðingspartinum av Grønlandi.
- Seinasti fundurin í hesum sambandi varð hildin hjá donsku verjuni á Holmen í Keypmannahavn í døgunum 24.-25 mai. Umboð fyri MRCC/ Tórshavn Radio vóru við til fundin, og er ætlanin eisini, at stovnurin skal taka lut í venjingini í fjarstøðu umframt at virka sum eygleiðari.
Tað sigur MRCC í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at Føroyar eru limir í Arktiska Ráðnum gjøgnum Danmark.
- Ein SAR-sáttmáli er gjørdur millum limalondini, sum løgmaður vegna Føroyar undirritaði í Nuuk í mai mánað í 2011. Venjingin tekur støði í hesum SAR-sáttmála og er ein liður í menningini av tilbúgvingini í økinum sum ein avleiðing av, at arktiska økið framyvir væntandi letur upp fyri vaksandi virksemi, verður sagt.










