– Tað eru mong, sum sita í sóttarhaldi og ikki sleppa av matrikklunum, og onnur eru ikki í sóttarhaldi, men tey halda frástøðu, sum tilmælini siga. Á netinum er lætt at finna heimavenjingar av øllum møguligum slagi, sum vit kunnu gera. Eg veit tó væl, at tað ikki altíð er líka lætt at fáa tað gjørt. Ert tú í sóttarhaldi, og ynskir tú at røra teg, so er tað tí snilt at finna eini fýra til seks venjingar, sum tú dugir og tímur og snikka tær eina venjing saman á tann hátt, sigur Sølvá Joensen, BA í føðslu og heilsu og persónligur venjari.
– Fleiri eru bangin fyri at missa styrkjuna ella úthaldni, sum tey hava uppbygt við áhaldandi venjing, og tað er væl skilligt, men tað skal ikki so nógv til fyri at halda tí við líka, sigur hon
– So finn tær eina venjing, sum tú dámar at gera. Kanska hetta er tíðin, har tú tekur venjingaramboðini, ið vanliga samla støv fram og roynir tey av. Tí eg veit at tað eru nógv, sum eiga nógv inni, men ongantíð koma hartil. Hetta er tí ein upplagdur møguleiki at ganska hvussu vit fáa meira rørslu/venjing inn í gerandisdagin uttan at vera tengd av øllum øðrum, sigur Sølvá Joensen.
Sølvá hevur fleiri góð ráð og prei í nýggja blaðnum Lív & Heilsa, sum er at finna inni í Sosialinum hesa vikuna. Sosialurin kann keypast í sølubúðum kring landið og talgildur her