Venjing vestanfyri

Í nógvar mátar avspeglaði seinasti landskappingardysturin í Sørvági á hesum sinni, at árið longu var mestsum liðugt. Men hóast regn og vind, fingu áskoðararnir fimm mál burturúr, tá meistararnir tóku steypið og vágamenn takkaðu fyri seg

FÓTBÓLTUR

Alt var avgjørt, áðrenn 07 Vestur og HB fóru á vøllin í Sørvági, so tí var spenningurin í sjálvum dystinum til at yvirskoða. Tað tóktist eisini í longum løtum, sum var hetta mest ein venjingardystur, men so skal eisini sigast, at liðini – umframt hvørtannað – høvdu vánaliga veðrið at stríðast við.
Vindur var alla tíðina, og haraftrat regnaði illa. Serliga í fyrra hálvleiki var eitt langt og grovt æl, ið gjørdi fortreytirnar fyri tí stóra spælinum mestsum fráverandi. Men báðir partar royndu, og fyri tað nógva var ikki tann stóri munurin at síggja á toppi og botni í fyrra hálvleiki.
Tó tóktist onkursvegna, sum hevði HB meira yvirskot og eina greiðari ætlan í sínum spæli, og tá fyrri hálvleikur var um at vera hálvliðin, komu meistararnir eisini á odda. Eitt HB-álop endaði við, at Johan Ejvind Restorff Mouritsen hegnisliga spældi útfrá til Milan Kuljic, ið var avgjørdur, tá hann sendi bóltin í málið.
Málið setti onkursvegna gongd í 07 Vestur, sum hevði einar tvær góðar royndir næstu løtuna, áðrenn fyrsta kortið fall í dystinum. Tamba Yarjah, ið fekk reytt fyri nærdyst ímóti Vagni Mohr Mortensen, tá liðini møttust í Havn fyrst í august mánaði, var ikki ordiliga komin yvir tað og sá aftur reytt.
Sum so ofta, so arbeiddu teir 10 hjá heimaliðnum bara tað meira, og tveir minuttir fyri steðgin fall útjavnandi málið, sum slett ikki var óuppiborið, hóast HB beint áðrenn hevði rakt stongina! Marcin Dawid fekk ikki hildið einum skoti, og so var Aco Pandurovic klárur á returinum og javnaði.

Upp á 55 stig
Eftir tiltrongda steðgin í heita umklæðingarrúminum komu liðini so aftur á vøllin, og HB legði bragdliga fyri. Johan Ejvind fekk ein stóran møguleika, tá hann kom púra leysur ímóti Trygva Askham í 07 Vestur-málinum, ið tó fekk forðað fyri við einari frálíkari paradu, tá skotið kom.
Hesin kjansurin gav HB luft undir veingirnar, og bert fáar minuttir seinni bragdaði aftur, tá Rógvi Poulsen inni í brotsteiginum fekk eitt skump í ryggin. Brotssparkið setti liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, trygt í netið, og HB var á veg ímóti teimum 55 stigunum at enda kappingina við.
Kortini skuldu 07 Vestur enn eina ferð svara aftur. Hesa ferð eftir eitt hornaspark í høgru síðu, sum fyrst rakti ein HB-ara og síðani innskifta Hans á Lag, ið ikki fekk forðað fyri, at bólturin endaði í málinum. Eitt sjálvmál, hann tó bara kundi taka við einum skeivum smíli henda dagin…
Nú hendi so tað, at 07 Vestur fekk enn ein mann vístan av vølli, tá Morris Lewis tók munnin ov fullan og sá reytt, og við níggju spælarum bar ikki til at geva HB ta stóru mótstøðuna restina av dystinum. HB trillaði bóltin aftur og fram, sum best bar til, og fólk bíðaðu bara eftir triðja málinum.
Fleiri royndir vóru, men viðhvørt vantaði neyvleikin og viðhvørt kom Trygvi fyri við sínum góðu inntrivum. Men tá so Johan Ejvind fekk sín næsta frírennara, var hann munandi meira avgjørdur enn fyrru ferð, og Trygvi var uttan møguleika, tá Restorff Mouritsen-maðurin smekkaði á stongina og inn.

Tvær stjørnur
Tað, sum eftir var av dystinum, var bert ein avgreiðsluspurningur, og tað sást á øllum brøgdum, at regnið og vindurin høvdu sett síni spor, tí menn gjørdust stívir í liðunum og fingu ikki so nógv at hanga saman á vøllinum.
Tá so seinasta bríkslið frá ársins dómara ljóðaði í Sørvági, tustu trúføstu HB-viðhaldsfólkini inn á vøllin til tað, tey høvdu bíðað eftir í smáar tveir tímar. Trunkin savnaðist mitt á vøllinum, har umboðini hjá Fótbóltssambandinum skuldu greiða dagsins og ársins setning.
Fyrst fór formaðurin í kappingarnevndini saman við aðalskrivaranum runt til HB-ararnar við gullheiðursmerkjunum, og síðani segði forsetin nøkur orð, áðrenn hann kundi handa liðformanninum hjá HB steypið, ið komandi árið sleppur at standa í væl fyltu steypaskápunum í Gundadali.
Fyri tjúgundu ferð fekk HB meistaraheitið formliga til høldar, og seinni um kvøldið var staðfest, at tað fer at síggjast aftur komandi kappingarár, tá meistararnir fara at spæla við tveimum stjørnum á bringuni – einari fyri hvørji 10 meistaraheiti…