Um níggjutíðina í morgun byrjaði ein venjing norður úr Djúpunum.
Frammanundan hevði tyrlan slept fýra dukkur út.
Venjingin byrjaði við, at FRC-báturin hjá Brimli við fýra monnum umborð var á veg at kanna ein fiskibát nevndur Túgvan. Tá ið ein tíð var liðin, royndi Brimil at fáa samband við FRC-bátin, men fekk einki svar.
Brimil setti seg í samband við Túgvuna, fyri at spyrja um teir høvdu sæð FRC bátin. Túgvan svaraði. at teir høvdu ikki sæð nakran bát.
Kl. 09.08 setti Brimil seg í samband við MRCC og greiddi frá um óttastøðuna og byrjaði at leita.
Tjaldrið og Ziska vóru boðsendir til leiting.
Millum kl. 09.54 og 10.19 vóru allir fýra persónarnir funnir. Ziska fann tveir, og Brimil fann tveir. Allir fýra vóru tiknir umborð á Ziska. Leiti økið hjá Tjaldrinum var syðri á, tí funnu teir ongan persón.
Venjingin endaði kl. 10.25
Evni í venjingini var at venja samskifti, at gera leitiøkir, rákið, leiting frá skipum ,og at øll leiting á staðnum skuldi verða samskipað av Brimli.