Venjing kundi verið álvari

Júst eitt samdøgur eftir venjingina mikukvøldið í Vágatunlinum, fór at rúka úr einum treylari í sama tunli Mikukvøldið var ein venjing í Vágatunlinum, og tað var spæl. Men kvøldið eftir kundi tað verið veruleiki.

Ein treylari kom eystur gjøgnum Vágatunnilin, og meðan hann koyrdi, fór at rúka so illa úr honum, at tunnilin fyltist við royki.

Onnur fólk boðaðu politinum frá, men treylaraførarin varnaðist einki fyrr enn hann var komin í Kollafjarðardal. Hann leyp út úr treylaranum, og tá var eldur í akslunum á treylaranum.

Aftaná sprongdust tvey dekk á treylaranum.

So nógvur roykur var í tunlinum, at allir blásarar máttu setast til.