Hósdagin í farnu viku fóru spælararnir hjá AaB undir venjingina aftur. Danska superligan byrjar 19. juli, og eftir eina stutta summarferiu, eru spælararnir hjá AaB nú farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Heimasíðan hjá AaB skrivar, at spælararnir vóru í góðum lag, tá teir møttu til fyrstu venjingina. Súni Olsen er smáskaddur, men hann vandi við. Jón Rói Jacobsen hevur knæskaða, og hann var bara við, tá ið spælararnir høvdu styrkisvenjing eftir vanligu venjingina