Venjarin vrakar Lindberg

Hálvi føroyingurin er vrakaður til OL í Rio de Janeiro

Um eitt sindur minni enn tríggjar vikur, byrjar OL í Rio de Janeiro. OL verður í døgunum frá 5 til 21 august.

 

Fyri føroyingar er sjálvsagt mest áhugavert at fylgja við í svimjingini, har okkara egni Pál Joensen, er ein partur av teimum luttakandi svimjarunum til OL.

 

Men eisini í hondbóltinum verður fylgt væl við, har serliga Danmark hevur áhugað millum føroyingar. Seinastu nógvu árini hevur danska hondbóltslandsliðið eisini spælt við einum hálvum føroyingi á liðnum, men soleiðis verður ikki hesa ferð.

 

Hálvi føroyingurin, Hans Lindberg, sum til dagligt spælir fyri Fuchse Berlin í Týsklandi, er nevniliga vrakaður til OL í Rio de Janeiro av landsliðsvenjaranum Gudmundur Gudmundsson.

 

Við Ekstrablaðið sigur Hans Lindberg, at hann er ógvuliga skuffaður um at vera vrakaður.

 

-       Eg eri skuffaður, ja. Faktiskt vil eg fara so langt sum at siga, at eg eri skelkaður av ikki at vera úttikin. Eg haldi ikki at eg havi spælt meg av liðnum, og haldi at eg altíð havi avrika á rímiliga høgum støðið, tá eg havi spælt á landsliðnum.

 

Tað er tó ikki heilt víst, at Hans Lindberg ikki kemur at vera partur av OL í Rio. Til hópin eru 14 leikarar úttiknir, har Hans Lindberg ikki er millum teir 14. Men tveir eykamenn eru eisini farnir við hópinum til Rio de Janeiro, har Hans Lindberg er úttikin sum fyrsti eykamaður.

 

Skuldi onkur av leikarunum í hópinum blivið skaddir uppundir OL, eru tí góð útlit fyri at Hans Lindberg allíkavæl kemur at fáa pláss millum teir 14 í hópinum.

 

Í bólkaspælinum til OL, skal Danmark spæla ímóti Argentina, Tunesia, Kroatia, Qatar og Fraklandi. Fyrsti dysturin verður móti Argentina tann 7. August.