Venjarin verður ikki jólatrøll

FSF hevur gjørt fyrstu kanningarnar, og teir vóna, at ein spurningurin verður avgreiddur tíðliga í heyst

Vit skrivaðu í blaðnum í gjár, at ein av teimum spurningunum í sambandi við landsliðið, sum skal avgreiðast í ár, er, hvør skal hava ábyrgdina av liðnum í komandi HM undankapping. Sáttmálin við Allan Simonsen er galdandi til síðsti EM undankappingardysturin er spældur móti Kekkia niðri í Prag 9. oktober, sum er ein leygardagur.

Jens Erik Magnussen er formaður í landsliðsnevndini hjá FSF, og hann sigur, at teir eru farnir at hugsa um, hvussu venjaraspurningurin skal taklast:

? Vit hava tosað um spurningin í landsliðsnevndini, og vit vóna og rokna við, at vit hava fingið greiði á venjaraspurninginum, tá summarið er av og í hvussu so er, tá landsliðið fer at spæla niðri í Kekkia í oktober. Allan Simonsen og eg hava tosað um, at nú fer hetta sáttmálaskeiðið at halla, men eg kann í løtuni ikki siga nakað um møguleikarnar fyri, at samstarvið okkara millum fer at halda fram ella ikki.

Hetta er tað, sum Jens Erik Magnussen hevur at siga.


Tvær ferðir seks ár

Tíðin flýgur avstað. Tá hetta landsliðsárið er farið afturum, hava føroyingar luttikið í altjóða fótbólti í tólv ár, og tað eru tveir venjarar, sum hava havt ábyrgdina av liðnum ? seks ár í part.

Páll Guðlaugsson hevði ábyrgdina frá 1988 og til 1993. Í hansara skeiði vórðu 25 landsdystir spældir ? frá tí fyrsta í Íslandi 24. august 1988 og til tann síðsta móti Noregi 11. august 1993.

Jógvan Norðbúð og Johan Nielsen stóðu fyri úttøkuni til síðsta HM undankappingardystin í 1993 ? hann var móti Rumenia á Svangaskarði.

Allan Simonsen hevur havt ábyrgdina síðani 1994 ? fyrsti dysturin var á heimavølli móti Grikkalandi 7. september ? og tá Føroyar spældu málleysan javnleik móti Andorra var tað 30. ferðin, at Allan Simonsen hevði ábyrgdina.

Um Føroyar ikki spæla aðrar landsdystir tað, sum er eftir av 1999, enn teir í EM undankappingini, so verður dystartalið hjá Allani Simonsen komið uppá 35, tá hetta triðja sáttmálaskeiðið millum hann og Fótbóltssambandið verður liðugt.


Stóðu á berum

Tá Jens Erik Magnussen sigur, at teir ætla, at ein avgerð viðvíkjandi venjaranum í HM undankappingini skal vera komin uppá pláss væl frammanundan, at lutakastið verður í Tokyo hósdagin 9. desember, so er tað væl skiljandi, tí eingin veit betri enn formaðurin í landsliðsnevndini, hvussu tað kennist at vera komin í eina undankapping og at hitta umboð fyri mótstøðulondini, men ikki at vita, hvør skal taka sær av liðnum.

Í bókini um Fótbóltslandsliðið ? í altjóða fótbólti í 10 ár, minnist Jens Erik Magnussen aftur á ta ferðina, tá umboð fyri FSF fóru til EM undankappingarlutakast í Manchester 22. januar 1994 og ongan venjara høvdu:

? Tá vit fóru úr Føroyum til lutakastið til undankappingina.... stóðu vit á berum. Í FSF høvdu vit tosað um møgulig venjaraevni, men vit høvdu onga avtalu gjørt við nakran. So var tað, at eg ringdi frá gistingarhúsinum í Manchester til Allan Simonsen..... Eg fekk fatur á honum, og meðan vit tosaðu, vísti tað seg, at hann var sjálvur áhugaður.... Tá støðan, sum vit vóru í, verður havd í huga, er kanska ikki torført at ímynda sær, at vit, sum umboðaðu FSF í Manchester, vóru ógvuliga spentir, tá vit ringdu heim og søgdu frá samrøðuni við Allan Simonsen.

Jens Erik Magnussen vil ikki standa soleiðis í Tokyo, sum hann stóð í Manchester fyri gott og væl fimm árum síðani, og so er spurningurin, hvat teir í FSF fara at finna uppá. Í tólv fótbóltsár hava teir havt tveir venjarar, og spurningurin er, um teir í FSF eru hugaðir í at halda fram við Allani Simonsen og um venjarin er hugaður at halda fram. Tað er ikki líka mikið, hvat spælararnir halda, og tí skuldi tað ikki undrað, um onkrir av teimum, sum hava flestu royndirnar og framvegis teljast millum stuðulsspælararnar, verða tiknir við uppá ráð, tá avgerðin skal takast.

Tá sáttmálin varð gjørdur við verandi venjaran varð mett, at tað var sera týdningarmikið at fáa ein venjara, sum var kendur í altjóða fótbólti. Ein spurningur, sum FSF skal taka støðu til, er, um hetta framvegis er soleiðis, ella um teir halda at ein minni kendur útlendingur ella kanska ein føroyingur hevði verið førur fyri at tikið uppgávuna á seg.


Landsliðsárið

Fyrstu dystirnir í EM undankappingarbólki 9 verða spældir hesa komandi vikuna. Leygardagin spæla Kekkia og Litava og Skotland fær vitjan av Bosnia.

Mikudagin í komandi viku verður grannauppgerð millum Litava og Estland og toppdystur millum Skotland og Kekkia. Bosnia og Føroyar hava frí henda dagin, tí dysturin, sum upprunaliga skuldi verða spældur henda dagin, varð avgreiddur á Kosevo leikvøllinum í Saraevo mikudagin 19. august í fjør.

Eftir dupultumfarið, sum verður hesa komandi vikuna, verður ikki spælt aftur fyrrenn grundlógardag, 5. juni, tá ein av trimum dystum verður á Svangaskarði millum Føroyar og Skotland.