Tað var ein avsmurningurin av teimum óvanligu, tá ið Tottenham í gjár vann heili 9-1 á Wigan í ensku Premier League. Venjarin hjá Wigan var illa við av stórtapinum.
- Eg eri sera flovur. Hetta er eitt úrslit, sum mann ikki vil verða settur í samband við. Í fótbólti kanst tú vinna og tapa, men ikki soleiðis, sum vit taptu í dag, segði Roberto Martinez eftir tapið sunnudagin.











