Venjarin var fullur í EM-dysti

Tað siga leikararnir um venjaran í einari serbiskari gølu, ið júst er komin undan kavi.

Venjarin hjá serbiska manslandsliðnum í hondbólti, Jovica Cvetković, er fyri álvarsligum ákærum frá leikarunum á landsliðnum.


Sambært serbisku leikarunum, so var Jovica Cvetković fullur undir einum dysti í EM-endaspælinum í Kroatia í januar. Dysturin, ið talan er um, er seinasti dysturin hjá Serbia í millumspælinum ímóti Hvítarusslandi.


Ákærurnar eru komnar fram í einum almennum brævi, sum leikararnir á serbiska landsliðnum hava sent serbiskum miðlum í kjalarvørrinum á at venjarin hevur borið fram søgur um leikararnar, ið leikararnir meta vera ósannar.


Jovica Cvetković hevur lagt nakrar leikarar undir at hava bókað flogferðaseðlar heimaftur áðrenn EM var liðugt, umframt at nakrir leikarar, harímillum Petar Nenadić, skulu hava verið í býnum og drukkið meðan kappingin var í gongd.


Í brævinum siga leikararnir eisini, at Jovica Cvetković einans var til 16% av venjingunum í EM, at hann ikki hevði skil á hvørji feløg nakrir leikarar umboðaðu, og at hann skal hava sligið næstformannin í serbiska hondbóltssambandinum, Dragan Skrbic.