Fótbóltssøgan vísir sjónliga, at eingin skal avskriva Frakland í endaspølum. Soleiðis eru heldur ikki í ár, hóast tað við bit og slit eydnaðist at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.
Fyri sveiggjandi úrslitini hevur Raymond Domenech, venjari, verið nógv skeldaður í fronskum fjølmiðlum. Hann skal nú til próvtøku og av álvara vísa sítt virði – annars fellur hamarin, verður væntað.
Venjarin
56 ára gamli Raymond Domenech hevur staðið á odda fyri franska landsliðnum síðan í 2004. Í fleiri enn 10 ár var hann ungdómsvenjari hjá franska fótbóltssambandinum, áðrenn hann av álvara slapp av royna seg.
Úrslitini hava ikki altíð verið nøktandi, tá hugsað verður um, hvat fólk vænta av liðnum.
Serliga vakti avgerðin um ikki at úttaka David Trezeguet stóran ans, og tað verður ikki lukkuligt at eita Raymond Domenech, um franska landsliðið fær trupult við at skjóta mál undir EM. Trezeguet hevur í hesum kappingarárinum skotið fleiri enn 20 mál fyri Juventus í bestu italsku deildini.
Tað er í øllum førum vist, at eini parturin stendur eftir sum tapari: Annað hvørt Domenech ella fronsku miðlarnir.
Liðið
Thierry Henry, Lilian Thuram og Patrick Vieira vóru allir við, tá Frakland fyri tíggju árum síðan vann heimsmeitaraheitið. Hesir eru framvegis í dag stuðulsleikarar á liðnum og skulu royna at lyfta arvin eftir Zinedine Zidane, sum hevur havt alstóran týdning seinastu mongu endaspølini hjá Fraklandi.
Domenech er eyðkendur fyri at spæla við uppstillingini 4-4-2. Makelele og Vieira eru ikki serliga skapandi leikarar á miðvøllinum, og verða gjøgnumbrotini í síðunum umráðandi.
Patrice Evra royndist sera væl á vinstra vongverja hjá Manchester United í júst farna kappingarári, og tað verður eisini nógv væntað av honum í endaspælinum.
Anelka, Benzema, Henry og Gomis kappast um plássini sum framherjar. Væntandi fara Henry og Benzema at røkja hesar uppgávurnar, men Bafétimbi Gomis úr St-Étienne hevur eisini víst seg sum frálíkan málskjútta.
Vónirnar
Í franska landsliðshópinum eru fleiri stórleikarar, og av røttum eiga teir at verða við í stríðnum um finaluplássið. Frakland hevur ofta havt trupulleikar í undakappingum, fyri síðan at standa seg sera væl í endaspæli.
Leikararnir hava eisini gjørt greitt í fjølmiðlunum, at stórur møguleiki er fyri at fara allan vegin. Nú fáa vit at síggja.
Frakland
1 Steve Mandanda
2 Jean-Alain Boumsong
3 Eric Abidal
4 Patrick Vieira
5 William Gallas
6 Claude Makelele
7 Florent Malouda
8 Nicolas Anelka
9 Karim Benzema
10 Sidney Govou
11 Samir Nasri
12 Thierry Henry
13 Patrice Evra
14 François Clerc
15 Lilian Thuram
16 Sébastien Frey
17 Sébastien Squillaci
18 Bafétimbi Gomis
19 Willy Sagnol
20 Jérémy Toulalan
21 Lassana Diarra
22 Franck Ribéry
23 Grégory Coupet
Venjari: Raymond Domenech










