Venjarin hjá Vejle segði eftir 3-0 tapi í superliguni í gjár, at hansara mistak var orsøk til tapið.
- Vit vóru sera troyttir, og eg má viðurkenna, at eg havi kravt ov nógv av somu spælarum í longri tíð, og tað sást aftur í dag. Hevði eg havt valt øðrvísi, so kundu vit havt fingið eitt frægari úrslit, segði Ove Christensen eftir dystinum ímóti OB.
Undan hesum dystinum hevði Vejle vunnið tríggjar dystir á rað og skapt spenning í botninum í superliguni.










