Við tíðini 15:18.42 minuttir bleiv Pál Joensen fyrrapartin nummar 17 í innleiðandi kappingini í 1500 metra frísvimjing, og harvið brast dreymurin um eina OL-finalu í London.
Okkurt kundi bent á, at uttanhýsis uppiblanding í, hvussu Pál Joensen kann fáa bestu úrslitini, hevur havt sína óhepnu ávirkan á, at Pál ikki rakk allan vegin í kappingini í dag.
Pál svam seg til OL við fjórðbestu tíðini, sum í sjálvum sær var eitt bragd, men í dag var hann yvir ein hálvan minutt frá hesi tíðini, og tað er sera nógv í svimjihøpi.
Hoyr Jón Bjarnason, venjara hjá Pál, greiða frá í samrøðu seinnapartin við okkara mann í London, Trónd Arge:










